Skip to main content

Fyrireiking til prógvtøku

Próvtøkufyrireiking

Mann skal altíð at lesa til próvtøku, tá mann hevur hug til okkurt heilt annað. Jólini nærkast í hvørjum ella summarið byrjar at gera seg galdandi. Tað kennist ómenniskjaligt at skula sita inni og lesa og terpa. Soleiðis skal mann faktiskt slett ikki síggja tað, tí próvtøkufyrireikingin byrjar faktiskt tann dagin, tá lesturin byrjar. Vilt tú hava eitt gott úrslit, mást tú kýta teg frá fyrsta degi. Munadyggir arbeiðs- og lesivanar, so sum aktiv luttøka í undirvísingini og viðkomandi notatir frá ymsu fakunum heilt frá byrjan, er besta próvtøkufyrireikingin. Sjálv próvtøkutíðin er tíðin, har mann fær yvirlit yvir sína vitan, fær fylt møgulig hol – fær gleðina av at hava endað eina hálvu. MEN fyri tey flestu er tað ein tíð við massivari innlæring, har mann skal ogna sær vitan, sum mann ikki náddi í lestrarhálvuni.

At duga væl at vera til próvtøku er í ávísan mun ein spurningur um venjing og teknikk. Tað minnir eitt sindur um lestraraga, men munurin er, at alt er meiri pressað orsakað av tíðarneyð og psykiskum trýsti. 

Fjáltur er vanligur og hentur

Fjáltur í sambandi við próvtøku er bæði vanligur og skilligur, tá mann hugsar um álvara í støðuni. Tað er næstan óvanligt, um mann ikki hevur fjáltur. Órógv, sveittutar hendur, kitlan í búkinum – hesi eru øll tekin um, at kroppurin er tilbúgvin. Men tað má hann eisini vera, tá mann eitt avmarkað tíðarbil skal gera sítt allarbesta. Brúka fjálturin, tí hann er eyka orkutilskot.

Próvdómarin og lærarin kenna til trýstið og vita hvussu tað kennist. Teir hava sjálvir staðið í hesi støðu, tá teir vóru studentar. Próvdómarin

Um tú ikki heilt hevur tak á fjáltrinum, eru nøkur løtt ráð, ið mann kann royna:

  • Anda longi og djúpt inn við opnum munni og anda spakuliga út, meðan varrarnar varisliga verða trýstar saman (so eitt ljódligt blásiljóð hoyrist).
  • Slá eina regluliga takt við fingrinum á búkin, soleiðis at tú leiðir uppmerksemið frá fjáltrinum.
  • Set teg í bilin, um tú hevur ein, og syng av øllum alvi. Hetta hitar eisini røddina upp.