Skip to main content

Um próvtøkuótta

Frá fjáltri til ótta

Flestu lesandi uppliva fjáltur áðrenn og undir eini munnligari ella skrivligari próvtøku eina ella fleiri ferð gjøgnum lestrartíðina. Vanligir summarfuglar í búkinum kunnu vera ein fyrimunur, tí teir hvessa uppmerksemið, og fáa okkum til at leggja meiri fyri og tískil fáa vit eitt betri úrslit. Fjálturin kann blíva til ótta, tá mann hugsavnar seg um upplivingina av fjáltrinum og letur tankan um hann blokkera vitanina um evnið og framløguna av henni.

Próvtøkuótti vísir seg á ymsan psykiskan o g fysiskan hátt og kann koma av ymsum orsøkum. Óttin kann koma fram í ávísum støðum ella bara tilvildarligt, uttan at fylgja einum mynstri. Hevur mann fingið trupulleikar við próvtøkuótta letur til, at hann verður verri við tíðini, um mann ikki søkir sær hjálp. Tilboð til, hvar mann kann leita sær hjálp.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógv mann verður merktur av próvtøkuóttanum, og hvussu stóran týdning hann hevur í mun til próvtøkuna. Hóast próvtøkuóttin ikki er líka ringur hjá øllum, er hann slítandi í longdini.

Tað er eingin undurviðgerð av próvtøkuótta, men tað eru ymsir hættir, sum kunnu hjálpa teimum flestu við at fáa bilbugt við hann.

Tó eru tað hópin av lesandi, ið uppliva meiri darvandi ótta, tá tað kemur til próvtøkur. Tað verður ein strongd støða, ið leiðir til negativar tankar um ein sjálvan og evnini hjá sær.  

Hjálp til at sleppa av við fjálturin

Ert tú vælfyrireikað, væl uppløgd etc, men tað kortini gongur illa, hava vit eitt tilboð til tín. Fysisk ting og fokuseringsuppgávur.