Skip to main content

Lestrarvegleiðing á Setrinum

Vegleiðaratoymið á Setrinum finnur tú á Setursskrivstovuni í Gróthúsinum (J.C. Svabos gøta 14).

Vit, ið mynda vegleiðaratoymið á Setursskrivstovuni eru:

  • Holger Arnbjerg, Altjóða Skrivstovan, ið tekur sær av vegleiðing og kunning út í heim, tlf. 292513
  • Elisabeth Holm, ið samskipar studentavegleiðingina og vegleiðing internt á Setrinu, tlf. 292512
  • Anna Katrin Matras, ið samskipar kunningarpartin, tlf. 292517

Vegleiðaratoymið arbeiðir í tøttum samstarvi við allar vegleiðarar úti á deildunum.


Hesi eru:

 
Høvuðsuppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestraviðurskifti at gera. Hesi fevna m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar. Tey vegleiða t.d. ikki um kærur ella álvarsligar persónligar ella sosialar trupulleikar. Í tílíkum føri verður víst til vegleiðingina í miðfyrisitingini á studvegl(at)setur.fo Er talan um víðari lestur í øðrum londum, verða lesandi biðin um at seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum ask(at)setur.fo.