Skip to main content

Vælkomin til lestrarvegleiðingina á Fróðskaparsetri Føroya!

Eitt av høvuðsendamálunum við lestrarvegleiðingini er at stuðla, motivera og vegleiða teg sum lesandi í  lestrarspurningum og øðrum viðurskiftum, ið hava beinleiðis ávirkan á lestur og lestrarlív títt. Hesi viðurskifti fevna t.d. um fakliga innihaldið í útbúgving tíni, námsskipan, valmøguleikar, hvussu tú kanst leggja lesturin til rættis, persónligar avbjóðingar og tá trupulleikar stinga seg upp. Fyri teg sum lesandi á Setrinum ynskja vit, at tín trivnaður er í hásæti, at tú tilognar tær akademiskt arbeiðslag, at títt lestrarhegni støðugt verður ment, at tú tekur við fjølbroyttum avbjóðingum, og at tú sum lestrarvirkin hevur ávirkan á og røkkur tínum persónligu og akademisku málum.

Hvat kann lestrarvegleiðingin bjóða?

Vit bjóða bæði felags- og einstakalingavegleiðing. Felags vegleiðing fer fram í bólkum/flokkum við lestrarbyrjan og ávegis í lestrinum. Vegleiðingin fevnir m.a. um ymsa kunning, rættindi og skyldur, innlit í útbúgvingarskipan, lestrarvirkni, skipan av bólkum og styttri framløgur ella snarskeið um evni, ið kunnu stuðla tínum lestrarhegni.

Hvat viðvíkur vegleiðing av tí einstaka, so ert tú vælkomin at bíleggja eina samrøðu við vegleiðaran ella vitja á vegleiðaraskrivstovuni til ávísar tíðir. Vegleiðing av tí einstaka fer antin fram ígjøgnum samskifti umvegis teldupost, telefon ella við samrøðu á skrivstovu lestrarvegleiðarans. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við vegleiðaran.

Gev gætur, at øll vegleiðing verður framd í trúnaði. Vit vilja undirstrika, at tú sum  lesandi verður sett/ur í miðdepil. Eingin spurningur er ov lítil ella ov stórur. Eftir førimuni veita vit tær ta vegleiðing, ið tær tørvar.

Hví lestrar- og yrkisvegleiðing?

Lestrar- og yrkisvegleiðing er:

  • Ein stuðulstænasta, ið er grundarlag undir trivnaði teirra lesandi
  • Krav sambært evropeiskum standardum fyri hægri útbúgvingar. Sí lýsing her.
  • Kravdur partur av internu góðskuskipan stovnsins
  • Ein lógarásettur rættur hjá øllum lesandi á Setrinum. Sí Lóg um Fróðskaparsetur Førpya, har tað stendur, at “Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri lestrarvegleiðing, vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti, skiftislesnaði og yrkismøguleikum fyri tey lesandi”.