Skip to main content

Kunning um útbúgvingar á Setrinum

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum. Niðanfyri kann tú lesa um hvørjar útbúgvingar eru. Tað eru trý sløg av útbúgvingum.

Bachelorútbúgvingar eru 3 ára útbúgvingar. tríggjar av útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum, tað eru Lærari, námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði, eru tó 4 ár útbúgvingar, hetta tí at starvsvenjing er partur av hesum 3 útbúgvingum.

Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving.

Ph.D.  - stytting fyri philosophiae doctor - er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er.  Fróðskaparsetrið hevur Ph.D. lesandi bæði sum beinleiðis sett og atknýtt.

Hesar útbúgvingarnar verða bodnar út á Setrinum


Bachelor útbúgvingar

  • Orku- og umhvørvisverkfrøði
  • KT-verkfrøði
  • Lívfrøði
  • Lærari
  • Námsfrøði
  • Sjúkrarøktarfrøði
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Politikkur og umsiting
  • Søga
  • Føroyskt


Master
útbúgvingar