Skip to main content

Bachelorútbúgvingar

Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelor prógv, eru universitetsútbúgvingar. Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Fróðskaparsetri  Føroya.

Fróðskaparsetur Føroyar er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri  Føroya, sum er ásett í løgtingslóg frá 2008, er at útinna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.

Fróðskaparsetrið bjóðar  universitetsútbúgvingar út á fimm deildum:

  • Á Føroyamálsdeildini , sum fyriskipar gransking og útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og skaldskapi av manna munni. Her ber til at taka BA (Bachelor of Arts) í Føroyskum
  • Á Náttúruvísindadeildin, sum fyriskipar gransking og útbúgving í Orku- og umhvørvisverkfrøði, Lívfrøði og KT-verkfrøði. Allar eru BSc (Bachelor of Science) útbúgvingar.
  • Á Søgu- og Samfelagsdeildin, sum fyriskipar gransking og útbúgving innan søgu (Smátjóðir og altjóðagerð), sum er BA (Bachelor of Arts)), samfelagsvisindi (Politikkur og umsiting og Sosialvísindi og samfelagsplanlegging, sum báðar eru BSSc (Bachelor of Social Science) )eins og í lóg.
  • Á Námsvísindadeildini, sum fyriskipar gransking og útbúgving innan námsfrøði og har tað ber til at taka B.Ed. (Bachelor og education) Læraraútbúgving og B.Ed. (Bachelor og education námsfrøðiútbúgving bachelorstigi.
  • Á Sjúkrarøktarfrøðideildini sum fyriskipar gransking og útbúgving innan Sjúkrarøkt og har til ber til at taka BSc (Bachelor of Science in nursing) í Sjúkrarøktarfrøði.

Bachelorútbúgvingar hava ymisk heiti.

  • BA er bachelorheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Arts.
  • BSSc er bachelorheiti í samfelafsvísindum, og er stytting fyri Bachelor of Social Science.
  • BSc er bachelorheiti innan náttúruvísindi.
    • Tá talan er sum sjúkrarøktarfrøði er styttingin BSc in nursing. B.Ed. er bachelorheitið innan námsvísindi (Bachelor og education).


Bachelorútbúgvingin er grundarlag fyri at fara undir viðari lestur á MA stigi.