Skip to main content

Masterútbúgving

Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving á univseritetsstøði. MA er masterheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Master of Arts. MSSc er masterheiti í samfelagsvísindum, og er stytting fyri Master of Social Science. MSc er masterheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Master of Science.

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar í løtuni út tríggjar Masterútbúgvingar í Løgfrøði, Vegleiðing og Føroyskum.

Harafturat verður á Søgu- og samfelagsdeildini  Fróðskaparsetri  Føroya arbeitt við at skipa masterútbúgvingar sum framhald av verandi BA-útbúgvingum. Talan eru sum sonevnda “meistaralæru”, ið byggir á individuella avtalu millum tann/tey lesandi og ein vegleiðara (meistara), heldur enn eitt frammanundan fastlagt programm. Hetta er ein viðurkendur máti at skipa master, har lesturin kann byggjast upp eftir áhugamálinum hjá tí einstaka lesandi , men við atliti til viðkomandi fakøki. Nærri kunning um hetta slagið av master kann fáast við at venda sær til Gestur Hovgaard gesturh(at)setur.fo (sosialvísindi og samfelagsplanlegging) og Jens Chr. Justinussen jensj(at)setur.fo (politikur og umsiting) ella Hans Andrias Sølvará has(at)setur.fo (Søga).

Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í einum samstarvi við Háskóla Íslands, Universitetið á Akureyri, Ilisimatusarfik í Nuuk og Nordland Universitetið í Bodø um at menna ein norðurlendskan master við heitinum “Managing Societal Development in the High North”, har tey lesandi í ávísan mun skulu ferðast millum universitetini í Útnorði. Eftir ætlan skulu tey fyrstu lesandi takast upp til lestur á norðurlendska masterinum á heysti í 2014.

Eisini er Fróðskaparsetri í eini tilgongd við fyrireiking av Masterútbúgvingum innan Sjúkrarøktarfrøði og KT-verkfrøði, har arbeitt verður fram ímóti at taka lesandi upp í 2014. Vist verður til kunning á setur.fo og í miðlunum, tá meira verður at frætta um hesar.