Skip to main content

Upptøkutreytir

Kvota 1

Upptøkutreytin til bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.

Harumframt eru fylgjandi krøv til hesa lærugrein:

  • Føroyskt: Bókligt miðnámsprógv við 8 í próvtali í føroyskum.
  • Lívfrøði: Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við 1) alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum, 2) støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum 3) evnafrøði á B stigi.
    Miðaltalið í nevndu lærugreinum skal  vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum ella endaligum ársmetum.
  • KT-verkfrøði: Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B stigi, har miðaltalið í støddfrøði - roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum - er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.
  • Orku- og umhvørvisverksfrøði: Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv við støddfrøði á A stigi, alisfrøði á B stigi og evnafrøði á C stigi.

  • Sjúkrarøktarfrøði: tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september tað árið lesturin byrjar, skal skeiðið takast um aftur. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðskostnað.

Kvota 2

Um miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri, søkir tú inn eftir kvotu 2. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Harumframt eru fylgjandi krøv til hesa lærugrein:

  • Føroyskt: Bókligt miðnámsprógv við 8 í próvtali í føroyskum.

  • Lívfrøði: Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við 1) alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum, 2) støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum 3) evnafrøði á B stigi.
    Miðaltalið í nevndu lærugreinum skal  vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum ella endaligum ársmetum.
    Aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

  • KT-verkfrøði: Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B stigi, har miðaltalið í støddfrøði - roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum - er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.
    Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. 

  • Orku- og umhvørvisverksfrøði: Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv við støddfrøði á A stigi, alisfrøði á B stigi og evnafrøði á C stigi.
    Miðaltalið í nevndu lærugreinum skal  vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum ella endaligum ársmetum.
    Aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

  • Sjúkrarøktarfrøði: tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september tað árið lesturin byrjar, skal skeiðið takast um aftur. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðskostnað.

Hevur ein kvotu 2-umsøkjari nóg gott gymnasialt miðnámsskúlaprógv til at verða upptikin eftir kvotu 1, verður umsóknin flutt yvir til metingar eftir kvotu 1 fyri upptøku tað árið søkt verður inn.

Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.

Føroyskt-kunnleiki í sambandi við upptøku til lestur á Setrinum

Umsøkjarar, sum ikki hava føroyskt í miðnámsskúlaprógvi sínum, skulu skjalprógva, at tey á annan hátt hava neyðugu førleikarnar at fylgja undirvísingini.
Tey, sum søkja um upptøku til

  • føroyskt
  • læraraútbúgving
  • námsfrøðinginaútbúgving

skulu duga at tosa, lesa og skriva føroyskt.

Skjalprógv kunnu vera:

  • staðin HF-stakgrein í føroyskum
  • Summer School
  • Fjarundirvísing í føroyskum fyri útlendingar í Føroyum
  • staðið Próvskeið í føroyskum.

Roynd

Eru slík prógv ikki tøk, skulu umsøkjarar upp til eina samrøðu og skrivliga roynd, sum staðfestir kunnleika teirra í føroyskum. Deildirnar, sum hava fingið umsóknir, har hetta kemur upp á tal, skipa í felag fyri samrøðu og roynd. Royndin kann til samans vara ein/hálvanannan tíma.

Danskt
Á øllum útbúgvingunum á Megindeildini fyri hugvísindi er neyðugt at duga at lesa danskt.