Skip to main content

Stuðulsmøguleikar

Um Studna

Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum.

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Afturat stuðulinum til lesandi í Føroyum umsitir Studni ávísar stuðulsskipanir, ið veita stuðul til føroyingar uttanlands, t.d. ferðastudningin og ÚSUN-stuðulin.

Hvør kann fáa stuðul til lestur í Føroyum?

Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava:

  1. danskan ríkisborgararætt og eru búsitandi í Føroyum, ella
  2. útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men:
  • áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum,
  • eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella
  • hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.

Hvør kann fáa stuðul til lestur uttanlands?

Stuðul til lestur uttanlands verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og lúka treytirnar fyri fáa stuðul í Føroyum, og hava búð í Føroyum í minsta lagi:

  • tvey av teimum síðstu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella
  • helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrja

Hvør kann fáa stuðul til skiftislestur?

Her manglar ein tekstur

Les meira á www.studni.fo