Skip to main content

Stuðulsmøguleikar í Føroyum

Lestur og peningur

Studentaárini og pengingur ganga sjáldan hond í hond. Tað kunnu tó vera búskaparligar orsøkir til at lesa í Føroyum. Eitt er, at ein kann búgva hjá mammu og babba (ella fara heim til ein døgurða av og á), men sammett við aðrastaðni skal ein heldur ikki gjalda skatt av sínum lestrarstuðli í Føroyum.

Øll lesandi á Setrinum fáa stuðul frá Studni, um tey lúka treytirnar. Stuðulin verður útgoldin eina ferð um mánaðan, 11 mánaðar um árið. Í juli er eingin stuðul.

Stuðulin er: Stuðul um árið í 11 mánaðar: Stuðul um mánaðin:
Hægri studningur: kr. 41.107 kr. 3.737
Lán: kr. 26.059 kr. 2.369

Ferðastuðul

Øll lesandi, ið brúka Strandfaraskip Landsins, skulu gjalda tað sama fyri at koma til útbúgvingarstaðið, sama hvar í Føroyum tey búgva.

Ásett er, at fyri hvørja áfylling (20 túrar aftur og fram) skal studenturin gjalda 100 kr. Studenturin fær, fyri eitt gjald á 50 kr., útflýggjað eitt elektroniskt kort, ið bara kann nýtast á einari farleið og bara eina ferð um dagin aftur og fram í skúla.

Aðrar inntøkur

Studningurin verður inntøkujavnaður í mun til egna A-inntøku. Er miðal útgoldna A-inntøkan hjá umsøkjaranum undir 20.000 kr. um mánaðin í lestrartíðini, verður eingin inntøkujavning í studninginum. Fer útgoldna A-inntøkn upp um 20.000 kr. verður inntøkujavnað í studninginum stigvíst í mun til A-inntøkuna.

Barnastudningur

Barnstudningur verður veittur lesandi, ið eiga børn ella hava forsyrgjaraskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár. Barnastudningurin er 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesa báðir uppihaldarar, kann bara annar søkja um barnstudningin. Barnastudningurin verður bara latin tí, ið býr saman við barninum.

Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá Almannastovuni. Studningurin til einsamallar uppihaldarar er 1.500 kr. um mánaðin.

Les meira á www.studni.fo