Skip to main content

Stuðulsmøguleikar uttanlands

Stuðul uttanlands

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og koma tí vanliga undir donsku SU-skipanirnar, tá vit lesa uttanlands – bæði í Danmark og øðrum londum. Í § 6 stk. 4 í lógini um lestrarstuðul stendur: ”Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.” Hetta merkir, at ein føroyingur fyrst skal troyta tey rættindi hon ella hann hava hjá SU, áðrenn stuðul kann fáast frá Studna. Víst verður til www.su.dk viðvíkjandi stuðli frá SU.

Tað er tó so, at Studni hevur nakrar serligar skipanir fyri føroyingar uttanlands.

Tær eru:

  • ÚSUN-skipanin, ið er ein skipan fyri tey, ið lesa hægri lestur uttanfyri Norðurlond. Gjøgnum hesa skipan er møguleiki at fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað, í ávísum førum, har hesin stuðul ikki fæst frá SU.
  • Ferðastudningur, sum er ein studningur til eina ferð heim til Føroya eina ferð um árið fyri tann lesandi og børn hennara ella hansara.
  • Verkætlanarstudningur, ið eisini er ein ferðastudningur, men í hesum førinum er talan um ferðastudning til eina verkætlan, ið skal gerast í øðrum landi enn lestrarlandinum.
  • Stuðul til málslig fyrireikingarskeið. Henda skipan veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri lestur í ikki enskttalandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum.
  • Stuðul í serstøkum førum í Norðurlondum. Henda skipan veitir stuðul í ávísum førum til livikostnað og í serstøkum førum til skúlagjald í Norðurlondum.

Les meira á www.studni.fo