Skip to main content

Vegleiðing til tann einstaka

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina.

Hetta kundi verið um persónligir spurningar sum:

  • rættindi & skyldur
  • trivnað
  • klagur í sambandi við royndir og annað
  • barnsburð
  • sjúkur
  • útbúgvingarstuðul
  • farloyvi,
  • lestrarskift
  • flyting til annað lestrarstað
  • eftir- og víðari útbúgvingar
  • samrøður við lesandi, ið gevast
  • møguligan lestrarsteðg


Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina. Til ber at biðja um eina persónliga trivnaðarsamrøðu við lestrarvegleiðara á deildini. Øll vegleiðing fer fram í trúnaði.