Skip to main content

Ráð teirra lesandi

Endamálið hjá Ráði teirra lesandi er at umboða øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðalmálið er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum.

Málini í ár

Ráðið hevur í ár sett sær fyri at skipa eitt betri lestrarumhvørvi og at skipa lestrarráð á teimum ymisku deildunum.

Í apríl var tann fyrsta Seturscaféin. Byrjað var við eini mini-Seturscafé í nýggju hølum okkara í Bókbindaragøtu 8. Seturcaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi vóru á gátt. Síðan apríl hevur javnan verið Seturscafé fríggjadag seinnapart og kvøld. Ætlanin er at halda fram við Seturcafé hvørt fríggjakvøld komandi ár.

Arbeiðið at fáa lesandi skipað úti á deildunum heldur fram og arbeitt verður fyri, at allar deildirnar skipa hvørt sítt virkið Ráð teirra lesandi, ið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá lesandi á teimum ymsu deildunum. Meira verður at hoyra um Ráð teirra lesandi á deildinum í sep/okt. 2014.

Bókbindaragøta 8

Umboð í ráðnum

  • Bjørg Dam, Føroyamálsdeildin 
  • Ebba Malena Debes Thomsen, Føroyamálsdeildin 
  • Bogi Hansen, Námsvísindadeildin 
  • Andrias Gregoriussen, Náttúruvísindadeildin 
  • Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, Sjúkrarøktarfrøðideildin 
  • Elisabeth Anthoniussen, Sjúkrarøktarfrøðideildin 
  • Elisa Abrahamsen, Søgu- og samfelagsdeildin 
  • Turid Christophersen, Søgu- og samfelagsdeildin

Send okkum boð

Tit lesandi eru altíð vælkomin at senda okkum tykkara tankar um tað, sum Ráðið hevur gjørt gjøgnum árið, og uppskot til, hvussu Setrið kann gerast eitt enn betri stað at vera lesandi. Hava tit ynski til betringar av ymiskum slag, sendið okkum eini boð á facebook og vit taka tað upp við leiðsluna á Setrinum.

Send boð á facebook

Eisini ber til at senda ein teldupost til okkara og vit svara tykkum skjótast tilber.

Reglugerð

Hósdagin 19. desember 2013 høvdu umboð fyri lesandi av øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya formliga sett á stovn – navnið bleiv Ráð teirra lesandi. Reglugerðin fyri ráðið varð undirskrivað av rektaranum, Sigurð í Jákupsstovu og umboð teirra lesandi, Birnu Gaard tann 21. juni 2013. 

Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi 

Umboð í Ráð teirra lesandi verða vald á hvørjum ári. Næsta val av Ráði teirra lesandi verður í okt. 2014.