Skip to main content

Próvbókin - fyrisiting av útbúgvingarvirksemi Fróðskaparsetursins

Fróðskaparsetrið hevur eina fyrisitingarliga skipan, har mesta virksemið í sambandi við útbúgvingarnar verður umsitið. Her verða studentar, starvsfólk, og próvdómarar skrásettir, øll studentaavrik skrásett og árskort, prógv, próvtalayvirlit og Diploma Supplement útskrivað.

Próvbókin, sum Atlantstøkni hevur ment við støði í eldri skipan hjá Fróðskaparsetrinum, er bygd við nýggjastu tøkni frá Microsoft: .NET, ASP, C# og SQL Server. Próvbókin er skipað í eindir, sum fevna um ávís ábyrgdarøki í skipanini. Saman tryggar hetta, at skipanin kann uppstigast og mennast víðari.

Eru spurningar í sambandi við Próvbókina, ber til at venda sær til Randi Durhuus, sum er høvuðsumsitari av Próvbókini.