Skip to main content

Samstarvsavtalur við føroyskar stovnar

Bókasavnsavtala
Fróðskaparsetrið hevur avtalu við Landsbókasavnið um at tey umsita bókasøvnini á deildunum.

Avtala frá 1994 um bókasøvn

Gransking og útbúgvng í jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisfrøði
19. mars í 2001 skrivaðu Hans Pauli Joensen, deildarleiðari á Náttúruvísindadeildini og Martin Heinesen leiðari á Jarðfrøðisavninum undir samstarvsavtalu. Avtalan skal menna fakliga førleikan innan jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisfrøði. Samstarvið fevnir bæði um gransking og um útbúgving.

Samstarvsavtala millum Jarðfrøðisavnið og Náttúruvísindadeildina

------------

 

Samstarvsavtalur við útlendskar stovnar

Fróðskaparsetrið hevur samstarvsavtalur við fleiri útlendsk universitet, serliga í norðanlondum. Niðanfyri er yvirlit yvir ymsu avtalurnar við avriti av sjálvum avtalunum.

Háskóli Íslands
Í oktober 2000 skrivaðu rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Malan Marnersdóttir og rektarin á Háskóla Íslands, Páll Skúlason undir viljalýsing um samstarv millum stovnarnar báðar. Yvirlýsingin byggir á ta avtalu, sum var undirskrivað í oktober 1990 av rektarunum báðum (tá vóru Petur Zachariassen og Sigmundur Guðbjarnarson rektarar). Samstarvið er ætlað at fevna um allar greinir, men serligur dentur verður lagdur á verðandi samstarv við Frændafundum og samstarv innan m.a. orðabókafrøði. Eisini verður størri dentur á at samstarv innan løgfrøði. Løgfrøði var tikið við í serliga samstarvsavtalu, millum Søgu- og Samfelagseildina og Lagadeild Háskóla Íslands, sum var undirskrivað í 2002.
Viljayvirlýsing millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya 
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands frá 1990 
Yvirlýsing frá Søgu- og samfelagsdeildini og Lagadeild Háskóla Íslands
Ískoytið til avtalu millum Háskola Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, frá 13. mai 2013

Háskólin á Akureyri
9. november 2005 skrivaðu Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum og Þorsteinn Gunnarsson, rektari á Háskólanum á Akureyri undir eina viljayvirlýsing (letter of intent). Stovnarnir báðir siga at teir vilja arbeiða fyri samstarvi innan gransking og útbúgving við serligum atliti til 3 øki, sum eru: lóg, KT-frøði og umhvørvistøkni.
Viljayvirlýsing millum Háskólan á Akureyri og Fróðskaparsetur Føroya

Høgskolen i Stavanger
Í 1997 skrivaðu Fróðskaparsetrið og Høgskolen í Stavanger undir samstarvsavtlu. Avtalan skal lætta um samksiftið millum stovnarnar báðar, so at serliga avriksflutningur verður lættari. Eisini skal avtalan menna samstarvið millum granskarnar á stovninum.
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen i Stavanger

Historisk Institut, Århus Universitet
Í 2002 hava Søgu-og samfelagsdeildin og Historisk Institit gjørt avtalu um avriksflutning millum deildirnar báðar. Tað merkir millum annað at ein BA útbúgving á aðrari deildini er at sammeta við BA á útbúgving á hinari, eins og avriksflutningurin millum einstakar lærugreinar eisini skal vera lættari.
Samstarvsavtala millum Søgu- og samfelagsdeildina og Historisk Institt Århus Universitet

Samstarvssvtala millum Fróðskaparsetrið, Fiskirannsóknarstovuna og Nansen Center í Bergen

Avtalan skal styrkja havfrøðiliga gransking og samstarvið um hesa á teimum trimum stovnunum.
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya, Fiskirannsóknarstovuna og Nansencentrið í Noregi

Biologisk Institut, Københavns Universitet
Í 1995 boðaði Naturvidenskabeligt Fakultet frá, at støðisútbúgvingin í lív-/evnafrøði er at sammeta við teirra 'Basisdel'.
Samstarvsavtala millum Náttúruvísindadeildina og Naturvidenskabeligt Fakultet Københavns Universitet

Health, Århus Universitet
Í desember 2012 undirskrivaðu Allan Flyvbjerg, dekanur á Faculty of Health, Århus Universitet, og Hans  Pauli Joensen, dekanur á megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi rammuavtalu fyri samstarvi innan heilsuvísindi”
Samstarvsavtala millum Megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og Faculty og Health, Aarhus University.

DTU Nationallaboratoriet for Bæredygtig Energi
Í september 2012 undirskrivaðu Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Hans Hvidtfelt Larsen, vicedekan á DTU NATLAB á Danmarks Tekniske Universitet samstarvsavtalu um uppbygging av einum sterkum granskingarumhvørvi, sum skal granska, ráðgeva og geva hægri útbúgvingartilboð við atliti at framtíðar orkuskipanum í Føroyum.
Samstarvsavtala millum Danmarks Tekniske Universitet og Fróðskaparsetur Føroya