Skip to main content

Academia Færoensis - søgan um setrið

Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.

Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi, samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna ”vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði”. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.

Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt áfram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980’unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini.

Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi. Øll árini hevur setrið skipað fyri ritgerðarkappingum, har øll kundu luttaka.