Skip to main content

Aktuellar verkætlanir

Í síni tíð var eitt fólkanavnaforrit gjørt, har ið nøvn á føddum børnum, foreldrum teirra og aðr-ar upplýsingar verða skrivaðar inn í. Arbeiðir nú við bók nevndari “Navnagáva føroyinga 1992-2012 – við navnasøguligum aftur¬liti.” Í hesum tíðarskeiði eru 13525 børn fødd og bera tey 16309 nøvn. Øll hesi nøvn verða við¬gjørd, bæði fornøvn, millumnøvn og eftirnøvn. Eisini verða navnalóggáva, ymiskir navna¬siðir o.a. viðgjørt. Harafturat verða øll nøvnini á tí alment góðkenda fólkanavnalistanum við¬gjørd upp¬runafrøðiliga.

 

Kirkjubøkurnar verða mettar sum dyggastu fólkanavnaheimildir. Farið er undir at skriva allar kirkjubøkurnar frá 1801 til 1991 inn í navnaforritið. Alt hetta navnatilfar verður navna¬frøði-liga granskað og greitt til prentingar. Í øðrum londum er tað ikki heimatiltikið at gjøllkanna øll nøvn á landsins børnum føddum í meiri enn tveimum øldum, men tað ber til í eini so lítlari og fámentaðari tjóð sum Føroyum at gera tílíkar kanningar.

 

Lidnar verkætlanir

Hevur arbeitt nógv við orðabókafrøði og var við í ritstjórnini á Føroyskari orðabók, sum kom út í 1998.