Skip to main content
Verkætlanir
  • Granskingarverkætlan (postdoc) á Norwegian Centre for Child Research á Norwegian University of Science and Technology (NTNU) í Tróndheimi, Noregi. 2012 – 2015. Heiti: “Boys to Men. Childhood, Boyhood and identity in the Nordic Periphery. A Case Study from an Urban Greenlandic Community”. Verkætlanin hyggur at samleika og maskuliniteti hjá grønlendskum dreingjum í 12-14 ára aldri. Granskingarspurningar: Hvussu skapa dreingirnir sínar samleikar sum dreingir í einum samfelagi í stórari broyting? Hvørji virði og hvørja atferð knýta dreingirnir til sín maskulinitet? Hvønn leiklut hava vinir og skyldfólk fyri samleikaskapanina hjá dreingjunum? Hvussu lýsa dreingirnir síni val og sína strategi fyri at «finna» sín samleika í hesum kontekstinum? Verkætlanin er fíggjað av universitetinum í Tróndheimi, Noregi.

  • Beyond Hegemony – Masculine Subjectivities at the Margin. Verkætlan, sum er skipað sum netverk, sum umfatar granskarar av granskingarstovnum í Malmö, Gøteborg, Tróndheimi (NTNU), Aalborg (deildin í Keypmannahavn) og Newcastle. Verkætlanin er skipað í seks høvuðstáttum (work packages): (1) Kyn og maskulinitet í ástøði; (2) Arbeiðsloysi og hvít (“whiteness”); (3) Faðirskapur; (4) Alnet, hatursbólkar og anti-feminisma; (5) Glataðir dreingir? Skúli og marginalisering; (6) Bókaverkætlan og endalig ráðstevna. Riksbankens Jubileumsfond í Svøríki fíggjar verkætlanina. Verkætlanin umboðar eitt nýtt íkast til kynsgranskingina, sum tekur støði í samfelagsviðurskiftunum í Norðurevropa í dag. Tíðarkarmur: 2013 – 2015.

  • Ungdomsgruppens fremtidsperspektiver (innan fyri verkætlanina Bæredygtig regional udvikling i Arktis). Verkætlan, sum ynskir at kanna hvørji sjónarmið tey ungu í Norðurlondum hava um sína framtíð. Verkætlanin heur tíðarkarmin 2013 – 2014. Granskingarspurningar: Hvussu ávirkar «tíðarandin» ynskini og ambitiónirnar hjá ungdóminum? Í hvønn mun hevur menningin innan sosialar miðlar verið við til at skapt hugburðsbroytingar? Á hvønn hátt hava myndirnar av broytingarprosessunum í arktis ávirkað áhugamálini hjá ungdóminum? Hvørjir kynsmunir eru at síggja í mun til framtíðarsjónarmið ungdómsins? Verkætlanin er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Gaini umboðar Føroyar í hesi verkætlanini.
Lidnar verkætlanir
  • Undirvísing og læring í føroyska fólkaskúlanum. 2011-2013. Verkætlan, sum umboðaði eitt spennandi samstarv millum Námsvísindadeildina á Fróðskapasetrinum og Námsvíndadeildina (School of Education) á Háskúla Íslands. Talan var um landsumfatandi skúlaspurnakanning í framhaldsdeild fólkaskúlans. Høvuðsmálið var at kanna hugburðin, sum næmingarnir hava til undirvísing og læring sum heild; m.a. varð kannað hvussu væl (ella minni væl) næmingatillagaða/sundurbýtta undirvísingin í «veruleikanum» hepnast. Granskingarspurningar: Hvørjar meiningar og hugsanir hava næmingarnir viðvíkjandi læring í skúlanum? Og hvørjar læringshættir meta næmingarnir hóska best til skúlan í dag? Í hvønn mun samsvara sjónarmiðini hjá teimum ungu við førda politikkin á økinum? Fróðskaparsetrið fíggjaði verkætlanina. Gaini var verkætlanarleiðari fram til summarið 2012 (tá hann flutti til Noregs).

  • Ungt fólk 2012. Verkætlan, sum hugdi at heilsu, trivnaði, skúla og gerandislívi hjá føroyskum ungdómi. Tilfarið varð savnað saman sum skúlaspurnaknning í 9. flokkum kring alt landið. Granskingarverkætlanin (2011 – 2013) var eitt slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir & Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Sama spurnablað varð brúkt í báðum londunum. Gaini, sum samskipaði og gjøgnumførdi tann føroska partin, hevur eisini skrivað frágreiðingina (prentað januar 2014). Fróðskaparsetur Føroya og Háskúli Reykjavíkar stuðlaðu føroysku verkætlanina.

    Kunning um liðnu verðætlanina kann lesast her

  • Lívsvirði, individualitetur og samhaldsfesti. Verkætlanin, sum var skipað sum ein minni spurnakanning í úrvaldum fólkaskúlaflokkum og studentaskúlaflokkum – í Havn og á bygd – hevði til endamáls at savna nýggja vitan saman, sum kundi lýsa yngra ættarliðið í mun til ávís grundleggjandi etisk virði. Ástøðiliga grundarlagið var fyrst og fremst at finna í sosiologiini hjá Zygmunt Bauman. Kanningin varð gjørd í samstarvi við granskarar úr Svøríki (Högskolan i Skövde) og Íslandi (Háskúla Íslands). Tíðarkarmur: 2010 – 2011. Firouz Gaini og Poul Guttesen tóku sær av tí føroyska partinum av kanningini. Nordplus fíggjaði.

  • Nordic Youth Research 2010. Verkætlan (2009 – 2010), sum hugdi at heilsu, trivnaði, skúla, familju, osfr., hjá teimum 16-19 ára gomlu í øllum Norðurlondum. Rannsóknir & Greining í Reykjavík samskipaði verkætlanina. Tilfarið varð fingið til vega við skúlaspurnakanning, sum fór fram í øllum londunum í senn. Fleiri enn 13.000 ung luttóku. Gaini fyrireikaði og gjøgnumførdi tann føroyska partin. Úrslitini eru savnað saman í frágreiðing, sum rannsóknir & Greining gav út á heysti 2010. Norðurlendska Ráðharraráðið og NORDBUK fíggjaðu verkætlanina.

  • Barna- og ungdómskanning – mentan, frítíð og trivnaður 2008. Granskingarverkætlan fyri Mentamálaráðið (2007 – 2008)

  • Landsverk 50 ár. Bókaverkætlan. Um søguna hjá Landsverki (2007 – 2008) Landsverk fíggjaði.

  • Bilmentan – ung, ferðsla og trygd. Kanning fyri Ráðnum fyri Ferðslutrygd (2006 – 2008). Úrslitini prentað í fragreiðing. Granskingargrunnurin fíggjaði.

  • Ungdómsmentan í Føroyum. PhD verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya (2001 – 2007). Útgivið í bók í 2008 (Faroe University Press). Granskingargrunnurin fíggjaði.