Skip to main content

Mín granskingarhugur er innanfyri hugtakið innovasjón í breiðum týdningi, tvs umhandlar hvussu rúmlig, institusjonell og organisatorisk broyting fer fram og endurnýggjar samfelagið. Hetta perspektiv er sera væl nýtiligt til at granska søguligar eins væl og nútíðar sosialar og økonomiskar broytingar og prosessir. Tilgongdin hjá mær til gransking er ein tvørvísindalig og problemorienterað samfelagsgransking, ið er empiriskt fokusera uppá Norðurlendsku og Norðuratlantisku samfeløgini, og sum trekkir teoretiskt uppá strukturella sosiologi,  økonomiska sociologi, søguliga sosiologi, politiska økonomi, og økonomiska og kulturella geografi.

Míni granskingarøki kunnu samanfatast í fylgjandi punktum (við lyklaorðum í klombrum):

•    Lokal og regional menning (planlegging, globalisering og ”coping-strategies”).
•    Virkisorganisering (Aquakultur, bioteknologi og kreativar vinnur).
•    Vitannarsøga og vísindateori (læring, interdisciplinaritetur og problemorientering).

Í nøkur ár havi eg verið uttanfyri akademisku verðina, og brúki tí nógv av míni tíð at seta gongd á nýggjar verkætlannir innan gransking. Núverandi gransking mín er knýtt at fylgjandi verkætlanum:

•    Regionalt samstarv í Útnorði. Umhandlar globalar broytingar og teirra ávirkan á Útnorðursamstarvið. Eitt arbeiði í samstarvi við Grétar Thór Eythórsson, professara við Háskólinn á Akureyri.
•    Nordic Marine Marketing. Innovasjónsverkætlan innan marina sektorin í Norðanlondum, ið eisini umfatar samstarv, rekruttering og marknaðarføring. Talan er um norðurlendska verkætlan, undir leiðslu av Innovit, Reykjavík (www.innovit.is) og Søgu- og Samfelagsdeildini. Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Nordic Innovation.
•    The Nordic Baltic Small States: Perceptions on Economiy, Security and Identity in an increasingly regionalized Europe. Hetta er ein komparativ verkætlan, sum viðgerð avbjóðingarnar smátjóðir hava í mun til økonomi, trygd og identitet. Luttakarnir eru úr Baltikum og Útnorði undir leiðslu av Center for Small State Studies við Hóskóla Islands. Verkætlanin hevur fingið byrjunnarstuður frá Norðurlendska granskingargrunninum (NOS-HS).
•    Gendered Geographic Mobilities and Quantitative Data: A Pilot Study in Faroe Island, Iceland and North Norway (NOS-HS).

•    Harumframt arbeiði eg spakuligani við eini lærubók í samfelagsfrøði, hetta í samstarvi við Sámal Matras Kristiansen, studentaskúlalærara.