Skip to main content
Frágreiðing um undirvísing

Verandi undirvísing:  Tvørvísind, problemorienterað projektarbeiði, vísindasøga, samfelagsteori.

Eri í gongd við at byggja upp eina nýggja samfelagsvisindaliga bachelor, hetta innan “sosiala analysu og samfelagsplanlegging”. Eisini arbeiði eg við eini ætlan, at seta gongd á bachelor innan “virkisorganisering og leiðslu”.

Á norðurlendska pallinum arbeiði eg við eini ætlan um at fáa gongd á Ph.D-skúla í samfelagsvísind, hetta í samstarvi við universitet í Grønlandi, Íslandi, Noregi og Danmark.

Undirvísingarkompetansur: Innovasjón, entreprenørskapur, projektleiðsla, leiðsla, lokal og regional menning og planlegging, globalisering, generel sosiologi, økonomisk sosiologi, politisk økonomi.