Skip to main content
Persónligt
Útbúgving
  • Pedagogikum, ástøðiliga partin í 1999/2000 og verkliga partin á Slagelse Gymnasium á heysti 2000
  • Cand.mag. í søgu og heimsspeki 1994. Høvuðsuppgáva: Historien og historik erkendelse i Michel Foucault’s arkæologiske og genealogiske analyser.
  • Hjágrein í heimsspeki við Århus Universitet 1994
  • Cand.phil. í søgu við Århus Universitet 1992
  • BA í søgu á Fróðskaparsetri Føroya 1990
  • HF á Klaksvíkar HF-skeiði 1982
Arbeiði
  • Undirvísingarleiðari í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini í 2013
  • Síðan 2012 verið umboð setursins í Academic Board í felags verkætlan millum fimm universitet í Útnorði (Fróðskaparsetur Føroya, Ilisimatusarfik, Nordland, Háskóla Íslands og Universitetið á Akureyri) at menna ein Master West Nordic Studies, sum skal byrja á heysti í 2015
  • Deildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini við Fróðskaparsetur Føroya í 2012-2013
  • Dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini í 2010-2012
  • Lektari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini við Fróðskaparsetur Føroya í 2009
  • Adjunktur í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini við Fróðskapur Føroya november 2009
  • Projektsettur at skriva 3 binds bókaverk um søguna hjá Klaksvíkar Kommunu august 2007- juli 2010 – longt í 2008 til 2011, og í 2009, tá eg fekk starv á Setrinum, steðgað eina tíð og longt
  • Undirvísari (leysalærari og uppgávuvegleiðari)og próvdómari á Fróðskaparsetrinum (sí útgreining) 1998-
  • Studentaskúlalærari í Hoydølum parttíð 1997-2001 og 2003-2004
  • Studentaskúlalærari á Kambsdali januar 1996 – juli 2007 (fyribils - farloyvi frá 1. august 2007 til verkætlan Klaksvíkar Søga, segði meg úr starvinum á Kambsdali í 2009)
  • Arbeiðsmaður hjá Klaksvíkar Kommunu 1983-87
  • Læraravikarur í Múla 1982-83
  • Á lagrinum í Klaksvíkar Timburhandli 1979-80
Fyrisiting og felagsarbeiði
  • Í Samstarvsnevndini hjá Setrinum sum umboð fyri leiðsluna síðan 2011
  • Sum Dekanur, Deildarleiðari og Undirvísingarleiðari á SSD havi eg skipa fyri deildarfundum og loyst praktiskar uppgávur á deildini, staðið fyri at menna bachelorútbúgvingar, gera námsskipan og skeiðslýsingar til søgu, finna leysalærarar, samskipa próvtøkurnar, staðið fyri góðskrivingum
  • Í nevndini fyri Frændafundin/Íslandsnevndin – frá mars 2014 formaður í nevndini
  • Í PR-bólkinum hjá Setrinum 2011-2013
  • Limur í Strategibólkum á SSD og Fróðskaparsetrinum síðan 2009
  • Limur í strategibólkinum Átrúnaður og Lívsáskoðan í Kringvarpi Føroya heystið 2008
  • Námsætlanararbeiði fyri miðnámsskúlaøkið – Heimsspeki 2008/09
  • Lærararáðsformaður á Studentaskúlanum á Kambsdali skúlaárið 2006/07
  • Stýrislimur í Yrkisfelag Studentaskúla og HF lærara 1998- , næstformaður 2001-2005, formaður 2005-2009
  • Limur í blað- og øðrum arbeiðsbólkum í Føroyingafelagnum í Århus 1993-96
  • Nevndarlimur í Føroyingafelagnum í Århus 1991-93
  • Næmingaumboð fyri Historisk Institut í Center for Nordatlantiske Studier, Århus Universitet 1991-94
Setanar og metingarnevndir
  • Formaður í metingarnevnd viðvíkjandi setan av lektara/adjunkti í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum. Frá 3. februar – 24. mars 2014 formaður í metingarnevndini, sett av dekaninum, sum eisini fevndi um Martin Schwarz Lausten professara emeritus dr. theol. við Københavns Universitet og Carsten Bach-Nielsen lektara við Århus Universitet. Nevndin orðaði eftir at hava kannað bøkur, greinir og tilfar frá umsøkjarunum til starvið í kirkjusøgu eitt votum, dagfest 24. mars 2014, sum varð sent til dekanin.
  • Í Ph.D. metingarnevnd hjá Århus Universitet 2013. Havið í tíðarskeiðinum november 2013 - mars 2014 saman við Marie Vejrup Nielsen, lektara, Institut for Kultur og Samfund, Aarhus Universitet, og Pål Steinar Repstad, professari, Fakultet for humaniora og pedagogik, Universitetet i Agder, fyrireika meting og verju av Ph.D. ritgerðini Religion og religiøsitet på Færøerne i det 21. århundrede. Betwixt og between hjá Jannu Egholm Hansen, sum var á Institut for Kultur og Samfund við Århus Universitet 28. februar 2014.
  • Í trimum setanarnevndum í 2013. Saman við Gesti Hovgaard og Sigrid Joensen í nevnd, sum setti ein granskingarhjálpara á SSD; saman við Maluni Marnersdóttir og Jógvan í Lon Jacobsen í nevnd, sum setti námslektara í samfelagsvísindi á SSD; saman við Maluni Marnersdóttir í nevnd, sum setti adjunkt í samfelagsvísindi
  • Í 2012 limur í setanarnevnd, sum setti deildarskrivara á SSD – saman við Jørgen Meitilberg og Súsonnu Mortensen
  • Í 2011 limur í setanarnevnd, sum setti adjunkt í søgu á SSD – saman við Gesti Hovgaard og Eileen Vang
  • Í 2011 formaður í setanarnevnd sum setti adjunkt/lektara í gudfrøði á Námsvísindadeildini – saman við m.a. Firouz Gaini
  • Í 2011 saman við Sigurði í Jákupsstovu og Súsonnu Mortensen limur í tveimum setanarnevndum, sum settu dekanarnar á teimum báðum megindeildunum á Fróðskaparsetrinum.
  • Í 2010 formaður í metingarnevnd, sum í mars gjørdi tilmæli um setan av avloysari í etnologi á Søgu- og samfelagsdeildini – saman við Firouz Gaini, lektara, og Eyðun Andreassen, professara.
Fyrilestrar (samlað yvirlit)
  • Political History of the Faroe Islands - fyrilestur á summarskeiði 6. august 2014
  • Føroyar og Noregi – við støði í Friðinum í Kiel í 1814 - fyrilestur í Norðurlandahúsinum á tiltaki hjá Fróðskapargelagnum, Norrøna Felagnum og Føroyskt-Norskt Felag í sambandi við 200 ára dagin fyri norsku grundlógini 17. mai 2014
  • Fólkaræði í Føroyum - saman við Halgir Winther Poulsen framløgu á kjakfundi í Spaniastovu, Fólkaræði frá vøggu til Føroyar, 20. mars 2014 – Gunnar Nolsøe leiddi kjakið aftaná
  • Færøerne og Norge – med udgangspunkt i Freden i Kiel - fyrilestur fyri fleiri enn 100 norðmonnum í Norðurlandahúsinum 7. mars 2014
  • Læknastríðið 1953-56 - fyrilestur hjá Ríkisumboðnum 25. oktober 2013
  • Tilboðið í 1906 – ein politisk myta verður til - fyrilestur í Kringvarpinum, 16. oktober 2013
  • Erlendur Patursson og týdningur hansara fyri føroyskan politikk - fyrilestur í Norðurlandahúsinum 1. september 2013 í sambandi við 100 ára dagin fyri føðing Erlends
  • Faroese Political History - fyrilestur fyri amerikonskum universitetslesandi 26. juli 2013
  • The Use of referendums in the Faroe Islands – fyrilestur hildin á altjóða ráðstevnuni Referendums and the European Democratic Ideal í Clermont Ferrand í Fraklandi, sum Universitetið í Clermont Ferrand skipaði fyri 7. juni 2013
  • Eitt barn er føtt í … Nasaret? - fyrilestur í SÍF húsinum í Sandavági 7. mars 2013
  • Eitt barn er føtt í … Nasaret? - fyrilestur á Sands Bókasavni 19. januar 2013
  • The Faroese welfare system in historical context – fyrilestur á NORA ráðstevnu í Reykjavík 5. november 2012
  • Læknastríðið 1953-56 - fyrilestur fyri Lelagnum Lóg á Hotel Hafnia 14. desember 2012
  • Uppreistur í Klaksvík – Læknastríðið – fyrilestur í Norðurlandahúsinum, sum Norrøna Felagið skipaði fyri 23. oktober 2012
  • Uppreistur í Klaksvík – Læknastríðið  1953-56 – almennur fyrilestur í Ósaskúlanum í Klaksvík 20. september 2012
  • Uppreistur í Klaksvík – læknastríðið 1953-56 - almennur fyrilestur á Østrøm í Havn 4. juli 2012
  • Klaksvík i 50´erne - oprør i Nordatlanten – fyrilestur á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn 17. juni 2012
  • Føroyar um 30 ár - fyrilestur á Faroexpo ráðstevnu í Runavík 26. oktober 2011
  • Fólkaatkvøður í Føroyum – framløga á Vísindavøku í Norðurlandahúsinum 23. september 2011
  • Tí hevur menningarlæran staðið royndina á ráðstevnuni Gud – er hann deyður, sum var í Norðurlandahúsinum 23. juli 2011 – útgivin í endurskoðaðari útgávu í Gud – er hann deyður? 2011
  • Gudfrøðilig rák og vekingarrørslur í Føroyum og í Íslandi - framløga á Vísindavøkuni 24. september 2010
  • Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi – fyrilestur hildin á Frændafundar ráðstevnu í Reykjavík 22. august 2010 – útgivin í endurskoðaðari útgávu Frændafundi 7
  • Tann danska lygnin – stríðið um ta føroysku tjóðini. Røða hildin á hugsjónardegi hjá Tjóðveldi í Sjónleikarhúsinum 6. mars 2010
  • Útróðrarmyndir úr Klaksvíkar søgu – framløga í Spaniastovu í Klaksvík á torradøgum 19. februar 2010
  • Meta-metodiskar reflektiónir yvir empiri – upplegg til arbeiðsdag fyri starvsfólkum á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya 21. oktober 2009
  • Menningarlæran í vísindaástøðiligum høpi – fyrilestur hildin á Klaksvíkar bókasavni 10. september 2009  
  • Darwin, samfelag og mentan – fyrilestur hildin á Náttúrugripasavninum í Havn 5. august 2009
  • Latið ei søguna doyggja - flaggdagsrøða á Vaglinum 25. apríl 2009
  • Kringvarpið – ein umboðandi ella ein avbjóðandi stovnur? – framløga fyri Kringvarpsstýrinum og Kringvarpsleiðsluni á fundi 1. november 2008
  • Føroya Søga – almennur fyrilestur hildin í fleiri umførum fyri ymsum áhoyrarum 2007-2008, m.a. OECD-nevnd á vitjan hjá Uttanríkisráðnum, norðurlendskum pensionistum á vitjan í Føroyum og norðurlendskum summarstudentum á Fróðskaparsetrinum
  • Taboos and Many Faces of Censorship in Theatre –  fyrilestur á ráðstevnu í Nordisk Drama Forum í Tampere, Finnlandi 9. august 2008
  • Pisurøða fyri studentum á Kambsdali – hildin á sandinum í Gøtu 24. juni 2008
  • Úr eldru søgu Klaksvíkar - 1000 til 1856 – hildin í Baresso, fyriskipað av Rit & Rák 5. juni 2008
  • Altjóða hendingar og rák og Føroyar í 1920-unum og 30-unum og
    Altjóða hendingar og rák og Føroyar í 1950-unum, 60-unum og 70-unum
    – 2 heilir undirvísingardagar í skeiði fyri fólkaskúlalærarar við heitinum Inn í føroyskt, sum Jonhard Mikkelsen var høvuðsfyriskipari av
  • Røða til Tjóðveldið á 60 ára degnum – hildin í Læraraskúlahøllini 22. mai 2008
  • Leikluturin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum – Røða hildin fyri Rithøvundafelag Føroya 27. oktober 2007 - seinni prentað sum Tinghella í Sosialinum
  • Valskipanir í løgtingssøguni – hildin á temadegi fyri løgtingslimum o.ø. á Hafnia 17. august 2006
  • Donsk-føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga – hildin á bókasavninum í Klaksvík oktober 2005
  • Donsk-føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga – hildin á bókasavninum í Fuglafirði oktober 2005
  • Donsk-føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga – hildin í Norðurlandahúsinum røðini Setrið á ferð oktober 2005
  • Hvørjar avbjóðingar hevur ein miðnámsskúlalærari í undirvísingini í dag? – hildin á námsfrøðiútbúgvingini (NIS) hjá MMR fyri Studentaskúlalærarum 9. august 2005
  • Nakrar hugleiðingar um almenning og lestrarfyrireiking - upplegg til námsfrøðiligan dag við Studentaskúlan og HF-skeiðið á Kambsdali 26. januar 2005
  • Hugmyndafrøðilig rák í Føroyum og Íslandi frá 1850 til 1914 - ein samanbering – hildin á Frændafundi í Reykjavík 20. juni 2004, útgivin í endurskoðaðari útgávu í Frændafundur 5
  • Vald, vitan og framburður í verkinum hjá Michel Foucault – hildin í røðini Modernaðir teoretikarar 14. apríl 2004, útgivin í endurskoðaðari útgávu í Modernaðir Teoretikarar
  • Færøernes statsretlige stilling i historisk belysning – med særligt henblik på Lagtingets beføjelser og suverænitetsspørgsmålet – hildin á grundlógarráðstevnuni í 11. mars 2003, útgivin í longri og endurskoðaðari útgávu við einum nakað broyttum heiti í FLR 2003
  • Frá rationalistisku og empirisku vísindaástøðini í 1600-1700 talinum yvir positivismu, til kritiska rationalismu, paradigmuástøði og granskingarprogrammir í 20. øld – hildin á Læraraskúlanum fyri lesandi 4. november 2002
  • Amtmaðurin og Løgtingið frá 1852 til 1948 – hildin 23. oktober 2002 í sambandi við 50 ára haldið hjá Føroya Fróðskaparfelag
  • Søga Løgtingsins – hildin fyri formansskapi Løgtingsins við gestum í Løgtinginum 28. juli 2002 í sambandi við 150 ára hátíðarhaldið