Skip to main content
Ráðstevnur og ráðstevnufyrilestrar
  • Skipaði 2013 saman við Frændafundarnevndini fyri ráðstevnu í Føroyum, sum snúði seg um Film og móðurmál, sum var Námsvísindadeildini 24.-25. august 2013
  • Helt 7. juni 2013 fyrilestur The Use of referendums in the Faroe Islands á altjóða ráðstevnuni Referendums and the European Democratic Ideal í Clermont Ferrand í Fraklandi, sum Universitetið í Clermont Ferrand skipaði fyri 6. og 7. juni – endurskoðað og nógv útbygt paper latið inn til útgávu í EHIC’s Collection, Politiques et Identités (Presses Universitaires Blaise Pascal) í 2014
  • Helt 7. november 2012 fyrilesturin The Faroese welfare system in historical context á ráðstevnuni Nordic Welfare: The North Atlantic Way, sum NORA skipaði fyri í Reykjavík
  • Skipaði í 2012 saman við Gesti Hovgaard og Beintu í Jákupsstovu vegna Søgu- og Samfelagsdeildina fyri ráðstevnu um Útnorður – Vestnorden – nye roller i det internationale samfund - í Norðurlandahúsinum, har luttakarar vóru úr nærum øllum Norðurlondum. Ráðstevnan var 24. apríl. Dagin eftir – 25. apríl - var seminar á Søgu og samfelagsdeildini
  • Luttók 22.-24. august 2011 á ráðstevnuni ”Minst fýra mál til øll”, málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini, sum var í Norðurlandahúsinum
  • Helt 26. oktober 2011 fyrilesturin Føroyar um 30 ár á Faroexpo ráðstevnu í Runavík
  • Helt 23. juli 2011 fyrilesturin Tí hevur menningarlæran staðið royndina á ráðstevnuni Gud – er hann deyður?, sum var í Norðurlandahúsinum – paper prentað í endurskoðaðari útgávu í Gud – er hann deyður? 2011
  • Helt 28. januar 2011 fyrilesturin En særlig færøsk religionshistorie i nordisk-færøsk perspektiv á rástevnuni Dansk Kirkehistorie set udefra, sum var við Teologisk Institut við Aarhus Universitet – paper prentað í endurskoðaðari útgávu í Kirkehistoriske Samlinger 2012
  • Helt 22. august 2010 fyrilesturin Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi á Frændafundarráðstevnu í Reykjavík 21.-22. august – paper prentað í endurskoðaðari útgávu í Frændafundi 7 í 2012
  • Helt 9. august 2008 fyrilesturin Taboos and Many Faces of Censorship in Theatre á ráðstevnuni  Nordic Showcase & Drama Forum, sum var í Nordisk Drama Forum í Tampere í Finnlandi 5.-10. august.
  • Helt 20. juni 2004  fyrilesturin Hugmyndafrøðilig rák í Føroyum og Íslandi frá 1850 til 1914 - ein samanbering  á Frændafundar ráðstevnu í Reykjavík 19. og 20. juni – paper prentað í endurskoðaðari útgávu í Frændafundi 5 í 2005
  • Helt 11. mars 2003 fyrilesturin Færøernes statsretlige stilling i historisk belysning – med særligt henblik på Lagtingets beføjelser og suverænitetsspørgsmålet á altjóða ráðstevnuni Grundlógaráðstevna í Norðurlandahúsinum 11.-13. mars 2003, sum Grundlógararnevndin skipaði fyri – paper prentað í 2004 í FLR í endurskoðaðari útgávu og broyttum heiti
Vísindaligar verkætlanir og útgávur ávegis
  • Frá Tilboðið til Noregsmál - bók um radikaliseringina av føroyska sjálvstýrisspurninginum, sum eftir ætlan skal gevast út í 2014
  • The Use of referendums in the Faroe Islands - grein, sum eftir ætlan verður prentað í EHIC’s Collection, Politiques et Identités by the PUBP (Presses Universitaires Blaise Pascal) í 2015
  • Saman við Maluni Marnersdóttir, Turið Sigurðardóttir, Anfinnur Johansen í ritstjórnini fyri Frændafundur 8, sum eftir ætlan kemur út í 2014
  • Saman við Jonhard Mikkelsen (Sprotin) er ætlanin at leggja til rættis og geva út Beretning til Landstinget afgiven af Den af Tinget i Henhold til Grundlovens § 45 nedsatte Kommission til Undersøgelse af forskellige førøske Forhold (Fúlabók) frá 1919, í 2014
  • Klaksvíkar søga 3. Frá 1940 til nútíðina - verkætlan fíggjað av Klaksvíkar kommunu, sum skal gevast út í 2015
  • Saman við Erlingi Isholm: Søgubók til 4. flokk - verkætlan fíggjað av NÁM, sum skal gevast út í 2015
  • Saman við Gesti Hovgaard, Erlingi Isholm og Rolf Guttesen: Føroyar í 1800-talinum - verkætlan 2013-2016, sum er lutvíst fíggjað av Granskingarráðnum