Skip to main content
  • Heyst 2014: SSD: Søguvísindaligt háttalag – skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
  • Vár 2014: SSD: Føroysk nýtíðarsøga – munnlig próvtøka
  • Vár 2013: SSD: Føroysk nýtíðarsøga – munnlig próvtøka
  • Heyst 2012: SSD: Søguvísindaligt háttalag – skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
  • Vár 2012: SSD: Føroysk nýtíðarsøga – munnlig próvtøka
  • Heyst 2011: SSD: Grundskeið í vísindateori – skrivlig próvtøka
  • Vár 2011: SSD: Søguvísindaligt háttalag – skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
  • Heyst 2010: SSD: Føroysk nýtíðarsøga – munnlig próvtøka
  • Vár 2010: SSD: Føroysk vinnusøga eftir kríggið – masterskeið – munnlig próvtøka - uttanseturs
  • Heyst 2006:
    • SSD: Grundskeið í Vísindaástøði (stjórnmálafrøðilesandi): 10 dupulttímar + uppgávuvegleiðing  + skrivlig próvtøka
    • SSD: Hugvísindaligt ástøði (søgulesandi):  10x3 tímar + uppgávuvegleiðing  + skrivlig próvtøka
  • Vár 2005: SSD: Søguvísindaligt háttalag 14x3 tímar + uppgávuvegleiðing + skrivlig uppgáva og við munnligari próvtøku
  • Heyst 2004:
    • FMD: Vísindaástøði: 15 dupulttímar + innanhýsis skrivlig próvtøka
    • SSD: Vísindaástøði og søguvísindaligt háttalag 13x3 tímar + innanhýsis skrivlig próvtøka
  • Heyst 2003:
    • SSD: Vísindaástøði: 10 dupulttímar + uppgávuvegleiðing + innanhýsis skrivlig próvtøka
    • SSD: Nýggjari føroysk søga: 2 dupulttímar fyrilestrar
    • FMD: Vísindaástøði – innanhýsis skrivlig próvtøka
  • Vár 2003: FMD: Vísindaástøði: 15 dupulttímar + innanhýsis skrivlig próvtøka
  • Heyst 2002:
    • SSD: Evnisøki 2: Vegleiðing, uppgávurætting, próvtøka
    • NVD: Próvdómari í vísindaástøði – munnlig próvtøka
  • Vár 2002:
    • SSD: Keldukritikkur: 6 dupulttímar + uppgávurætting (3 uppgávur) + gerð av próvtøkuuppgávu (keldusett hjálagt) + skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku
    • SSD: Vísindaástøði: 7 dupulttímar + rætting av fríari heimauppgávu (próvtøka)
    • SSD: Evnisøki 1 - Søga eftir 1850: 5 dupulttímar + rætting av skrivligum heimauppgávur + munnlig próvtøku
  • Heyst 2001:
    • SSD: Vísindaástøði: 8 dupulttímar
    • SSD: Evnisøki 1 - Søga eftir 1850: 6 dupulttímar
  • Vár 2001: FMD: Vísindaástøði: 15 dupulttímar + innanhýsis skrivlig próvtøka
  • Heyst 1999: SSD: Um Norbert Elias og Ernst Gellner  - 2 dupulttímar
  • Vár 1999: Vegleitt student til BA-uppgávu og ført upp til próvtøku.
Undirvísing á universitetsstigi

Síðani 1999 havi eg undirvíst, vegleitt og verið próvdómari part tíð á Fróðskaparsetrinum. Skúlaárið 2001/02 var eg leyskeyptur 1/3 av Studentaskúlanum til Søgu- og samfelagsdeildina, har eg undirvísti saman við Steen Busck, lektara við Århus Universitet. Samlaða yvirlitið yvir lærugreinar, tímatal pr. lestrarhálvu, uppgávuvegleiðing, próvtøkur, o.s.fr. Síðan november 2009 havi eg verið í føstum starvi á Søgu- og Samfelagsdeildini við Fróðskaparsetur Føroya og havi arbeitt við at menna ein nýggjan útbúgvingaebygna, eina nýggja søguútbúgving og nýggj skeið, sum varð boðin út á fyrsta sinni í 2010.

Gerð av undirvísingar- /próvtøkutilfari
  • Tilboðið 1906, Adressumálið 1917,  Noregsmálið 1923 , Hossbachuppritið 1937 og Læknastríðið 1953 – uppgávur til próvtøku í keldukritikki á Søgu- og samfelagsdeildini várið 2002, várið 2005, heystið 2007, várið 2011 og heystið 2012. Ein partur av hesum tilfarinum er givið út í bókini Frá Tilboði til Læknastríð (Fróðskapur 2013), sum er ætlað til at brúka í undirvísingina í søguvísindaligum háttalag á universitetsstigi

  • Síðan 2009 havi eg gjørt skeiðslýsingar til tey skeið, sum eg havi undirvíst í, umframt til tey skeið á søguútbúgvingini, sum eg havi ábyrgdina av – t.d. havi eg í samsvar við bolognaleistin ment og skrivað skeiðslýsingar til skeiðini Nationalisman í lokalum og globalum høpi, Arkivkunnleika, Søguvísindalig háttaløg, Føroysk nýtíðarsøga og Grundskeið í vísindaástøði