Skip to main content

Gransking

Hevur síðani 2005 granskað í málamóti, tvímæli, málvariatión, syntaks, málbroyting og sosiolingvistikki.

Aktuellar verkætlanir

  • Nordisk gruppe for parallelsproglighed
  • Faroese Online 
    Farið er undir at gera Faroese Online. Hetta er undirvísingartilfar fyri útlendingar, og er talan um interaktivt tilfar, har tað ber til at gera venjingar, lurta eftir ljóðfílum og síggja video. Verkætlanin Faroese Online verður gjørd í samstarvi við granskarar og undirvísarar á Háskóla Íslands og Helsinki Universiteti. Projektleiðari í Føroyum er  Hjalmar P. Petersen, og John Mikkelsen er vísindaligur medarbeiðari. Projektleiðari í Íslandi er Birna Arnbjörnsdóttir, prof., og ritstjórar eru Kolbrún Friðriksdóttir, adjunktur, og Halldóra Þorláksdóttir og Bjarki Már Karlsson er tekniskur leiðari. Faroese Online verður eftir ætlan liðugt í 2017. 
  • Lærubók í málfrøði
    Arbeiðir í løtuni saman við øðrum málfrøðingum við eini lærubók í málfrøði ætlað studentum og øðrum áhugaðum. Hetta eru greinar um ymisk málfrøðilig evni (t.d. mállæru, ljóðfrøði, pragmatikk, merkingarfrøði, purismu, samfelagsmálvísindi).
  • Nýggjar dialektformatiónir
    Farið verður í næstum undir at savna tilfar í Havnini. Ætlanin er at kanna, hvussu ella um tilflytarar úr teimum ymisku bygdunum hava tillagað mál sítt, og um vit hava fingið nýggjar dialektformatiónir í Havnini. Ætlanin er at gera upptøkur við tí elsta ættarliðinum (70 ár og uppeftir), og børnum teirra.
  • Syntactic Structures of the Worlds Languages
    Hjalmar hevur ábyrgdina av tí føroyska tilfarinum.
  • Nýtslan av hvørjumfalli millum ung (tilfar er savnað). 
  • EVALIISA: The Evolution of Case, Alignment and Argument Structure in Indo-European. Umsjón: Jóhanna Barðdal. 
  • Færøyske dialektendringsprosesser. E. Bugge, H. Sandøy, Jógvan í Lon Jacobsen, Hjalmar P. Petersen.
  • LREC 2014 (Korpus. Frekvensorðabók). Språk och kön 2013

Lidnar verkætlanir

1995. Føroysk-donsk orðabók. Høvuðsritstjóri. Hjálparritstj. var M. Staksberg. Givið út: Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 1995. Orðabókin vísir sum ein tann fyrsta føroyskt talumál.

2005-2011. K8: Frábrigdi í fleirmæli í Føroyum (Varianz in der Mehrsprachigkeit auf den Färöern) Fór fram á universitetinum í Hamborg. Her arbeiddi Hjalmar P. Petersen sum vísindaligur medarbeiðari við ábyrgd av korpusinum, data, innsavning av data, uppbygging av databasuni umframt ábyrgd av granskingarhjálparum. Ransóknarevnið var serliga morfo-syntaktisk drøg í føroyskum og í føroyskum-donskum. Endamálið var at kanna, hvat slag av tvímæli tað er, sum er í Føroyum, og‚ hvussu tað háttar sær í málbrúkinum hjá teimum trimum ættarliðunum. Hugt varð at m.a. kodu-skifti, yvirførslu av málmerkjum frá donskum til føroyskt og athalli.