Skip to main content
Persónsupplýsingar
  • Jógvan í Lon Jacobsen; føddur 14.12.1957
Útbúgving
  • 2016 Professari
  • 2008 Dr. philos. frá universitetinum í Bergen við ritgerðini “Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum”. Fekk stuðul frá Granskingarráð Føroya í sambandi við doktararitgerðina
  • 1991 Norrøn filologi við Københavns Universitet í 1991 við serritgerð um Jens Chr. Svabo (1746-1824) og upplýsingartíðina við heitinum “Um orð og kvæði og móru og mógv. Um Jens Chr. Svabo (1746-1824) – eitt barn av síni tíð”. Óprentað magistaraserritgerð
  • 1981 Exam.art.-prógv á Føroyamálsdeildini
  • 1977 Nýmálsligt studentsprógv frá Føroya studentaskúla
Størv
  • 2009 Lektari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya
  • 1998 Adjunktur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
  • 1997/1998 Lærari á Føroya studentaskúla og hf-skeiði í Hoydølum
  • 1990-1997 Ritstjóri á Móðurmálsorðabókini
  • 1988/1989 Undirvísing í mállæru, ljóðfrøði og málføri  fyri exam.art.-studentum á Føroyamálsdeildini
  • 1986/1987 Undirvísing á Studieskolen í Keypmannahavn
  • 1985/1986 Undirvísing á Studieskolen í Keypmannahavn
  • 1978/1979 Vikarur á Felagsskúlanum á Oyrarbakka
  • 1977/1978 Vikarur í Haldórsvíkar skúla
Ábyrgdarøki og nevndararbeiði
  • 2013 Útbúgvingarleiðari á Føroyamálsdeildini
  • okt. 2010 - des. 2012 Formaður fyri Føroysku málnevndina
  • 2010 - 2011. Limur í arbeiðsbólkinum, ið fyrireikaði lógaruppskot um eitt komandi Málráð. Uppskot til lóg handað landsstýriskvinnuni í mentamálum í 2011
  • jan. 2010 - Limur í Staðanavnanevndini
  • 2007 - 2008. Limur í nevnd, sum Vinnumálaráðið setti at endurskoða bygdanøvnini á vegaskeltum kring landið
  • 2002 - Ábyrgd av Nordkurs-summarskeiðunum í Føroyum
  • 2002. Limur í stýrisbólkinum fyri oljuorðalistan saman við Sigurði í Jákupsstovu, Herálvi Joensen og Jóhan Hendrik W. Poulsen, ritstjóra
Ráðstevnur og fundir
  • 2008. 04.-06. sep. Tøkuorðaverkætlanin. Nordmålforum í Helsingør
  • 2007. 27. okt. Á fundi saman við kringvarpsráðum um málpolitikk í kringvarpinum
  • 2000. Saman við Kurt Braunmüller skipað fyri ráðstevnu í Havn undir heitinum Moderne lingvistiske teorier og færøsk
  • 2004. 19. mar. Fyri Málnevndina skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um málpolitikk við fyrilestri um nøkur úrslit í meingakanningini
  • 2004. 26.-28. aug. Fyri Málnevndina skipað fyri norðurlendska málfundinum í Havn
Fyrilestrar
  • 2012. 18. okt. "Sproglig variation i moderne færøsk". Fyrilestur á Hannaas-degnum á universitetinum í Bergen
  • 2013. 30.nov. "Skateboard ella rullifjøl ella..." Um málvariatión í føroyskum gerandismáli. Fyrilestur í fyrilestrarøðini Speki í sjónvarpinum, Kringvarp Føroya
  • 2010. 4. mars. "Attitudes to Linguistic Purism in the Faroes". University of Edinburgh
  • 2010. 3. mars. "Linguistic Market Economy in Faroese". University of Edinburgh
  • 2010. 22.-24 apríl. "Attitudes to Linguistic Purism in the Faroes". Ráðstevna í Seattle í USA
  • 2010. 19. mai. "Føroyskt yrkismál - Ein ástøðilig vinkling". Framløga í Miðlahúsinum í sambandi við at Føroya skúlabókagrunnur ætlar at geva Atlasið út av nýggjum.
  • 2010. "Norðurlendskt ella enskt í millumnorðurlendskum samskifti". Fyrilestur í Norðurlandahúsinum á fundi, sum Norrøna felagið í Føroyum skipaði fyri
  • 2009. 16. jan. "Stendur purisman fyri falli í Føroyum?" Fyri næmingum á Studentaskúlanum í Eysturoy
  • 2008. 28. nov. dr.philos-verja
  • 2008. 27. nov. Royndarfyrilestrar í sambandi við dr.philos.verjuna
    • Sproglig markedsøkonomi på Færøerne  (sjálvvalt evni)
    • Livsstile som analytisk omgrep i sosiolingvistikken (uppgivið evni)