Skip to main content
Gransking

Hevur síðan umleið ár 2000 granskað í samfelagsmálvísindum. Eftir at hava vart doktararitgerð um hugburð til nýggjyrði og tøkuorð í føroyskum (2008) hevur hann framhaldandi víst hesum evni áhuga við greinum, fyrilestrum og framløgum. Hevur tey seinastu umleið tvey árini endurskoðað Føroyska orðabók (Móðurmálsorðabókina), sum kom út í 1998.

Aktuellar verkætlanir
  • Broytingar í føroyskum dialektum, saman við Hjalmar P. Petersen og universitetinum í Bergen
  • Ein bók um føroyska purismu
  • Samfelagsliga treytaðar málbroytingar. Norðurlendsk verkætlan við Helge Sandøy professara í Bergen sum verkætlanarleiðara
  • Arbeiðið at greiða Málmannin 3 til prentingar
  • Talgilding av søvnum. Jógvan er knýttur at eini verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda alt orðaseðlasavnið á Føroyamálsdeildini
  • ISLEX. Hevur saman við Jonhardi Mikkelsen og Zakarisi S. Hansen ábyrgdina av tí føroyska partinum av ISLEX-verkætlanini, sum er ein íslendsk-norðurlendsk netorðabókarverkætlan
Lidnar verkætlanir
  • Savn av málfrøðiligum greinum ætlað sum lærubók í málfrøði
  • Fyrisetingin fyri, saman við Hjalmari P. Petersen
  • Móðurmálsorðabókin. Smærri rættingar verða tó støðugt gjørdar. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at leggja nýggj leitorð inn og at rætta í verandi teksti.
  • Kanning av hugburði til nýggjyrði og tøkuorð í føroyskum: “Álvaratos, who cares? Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum”. Doktarararitgerð, ið varð vard í november 2008.
  • Doktararitgerðin er týdd til danskt og útkomin á forlagnum Novus í Oslo í røðini Moderne importord i språka i Norden
  • Parturin um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld. í 1.bindi av bókmentasøguni, sum kom út í 2011
  • 1994. Luttøka í verkætlan saman við amerikanska málgranskaranum Dianne Jonas og Zakarisi S. Hansen um kanningar av máli hjá føroyskum børnum millum 2 og 5 ár