Skip to main content
Granskingarverkætlan august 2010 - juni 2015

Føroysk gøtunøvn - ein partur av føroyska staðarnavnatilfarinum

Hvussu eru tey føroysku gøtunøvnini í mun til onnur føroysk staðarnøvn? Hvat ger, at støð fáa nøvn, og at tey fáa júst tey nøvnini, ið tey hava? Verkætlanin miðar eftir at svara hesum og øðrum spurningum við at nýta tað nýggja gøtunavnatilfarið, ið er komið burtur úr adressuarbeiðinum hjá føroysku kommunum síðan 2002. Hesi nýggju gøtunøvnini í stórum sum smáum kommunum verða samanborin við gøtunøvnini í Havn og Klaksvík og eisini við tey óoffisiellu gøtunøvnini, ið vóru í bygdunum frammanundan. Við støði í spurnakanningum og samrøðum verða tær hugsanir og metingar lýstar, ið liggja til grund fyri einum gøtunavni, og hvussu brúkarin hevur tikið ímóti nýggju gøtunøvnunum.