Skip to main content

Gransking

Tey fyrstu árini stóð kynjagransking í miðdepli. Síðani stóðu frásagnarfrøði og millumtekstleiki á skránni. Seinnu árini hevur Malan mest granskað og skrivað um bókmentir í post-kolonialum høpi, umframt at arbeiða við nýggju føroysku bókmentasøguni.

Aktuellar verkætlanir

Føroysk bókmentasøga

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri Føroyamálsdeildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni.

Ætlanin við hesi bókmentasøguni er, at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Fyrsta bind av bókmentasøguni varð útgivið í juni 2011 og miðsavnar seg um tíðarskeiðið frá 17. øld, tá ið týdningarmikil rit um Føroyar komu út, til umleið 1900, tá ið føroyskar nútíðarbókmentir vóru vorðnar veruleiki. 

Næst á skránni er tjúgunda øld.

Lidnar verkætlanir

Bókmentir í postkolonialum høpi:

Úrvaldar greinir:

"Kolonial og postkolonial kortlægning" (Colonial and Post-Colonial Mapping) í M/K - mod og kvindehjerte. Homage volume for Associate Professor Mette Kunøe, Aarhus Universitet. Ritstj. Prof.Dr Ole Togeby o.o. Danmark. 2002.
“William Heinesens Det gode håb i lyset af post-kolonial teori”. Postkoloniale tilgange til nordisk rejselitteratur. Ritstj. Prof. Dr. Henk var der Liet & Dr. Astrid Surmatz. Tijdschrift voor Skandinavistiek. Jhg. 25, nr. 2, 2004, 181-98.
”Genskrivning, efterligning og modstand i færøsk historie og litteratur”.  Tijdschrift voor Skandinavistiek. Jhg. 30, nr. 2, 2009, p. 137-164.
”From Oral Tradition to Rap in the Faroes”. From Oral Tradition to Rap. Literatures of the Polar North. Ritstj. Karen Langgaard & Kirsten Thisted. Ilisimatusarfik/Forlaget Atuagkat. Nuuk 2011, p. 39-62.
”William Heinesen på færøsk.” Översätning – adaption, interpretation, transformation. Ritstj. Claes-Göran Holmberg och Per Erik Ljung. Tillgängliggörande i OJS: Biblioteksdirektionen, Lunds Universitet, 2011.
"Postkolonialisme og litterært system på Færøerne". Poetik und Gedächtnis. Festschift für Heiko Uecker zum 65. Geburtstag. Ritstj. Karin Hoff et al. Per Lang GmbH. Frankfurt a.M. 2004, s. 341-50.

Hvør av øðrum...

Dr.phil rtigerðarevnið var frásagnarfrøði og millumtekstleiki (narratologi og intertekstualitetur). Ritgerðin kom út sum bók í 2000:

Malan Marnersdóttir: Hvør af øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í skaldsøgum eftir 1970. Fróðskaparfelag Føroya 2000.

Kynjagransking og kvinnubókmentir

Lic.phil.-prógvið umfataði:
Malan Simonsen: Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902. Mentunargrunnur
Studentafelagsins  1985.

Konurák. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1989.

Bylgjurnar leika í trá. Um skaldskap eftir konufólk 1889-1945. Føroya Skúlabóka-grunnur, Tórshavn 1992.

Sjálvvalda fyrilestrarevnið til lic.phil. fekk Maluna at skriva:
- Fyri fyrst. Yrkingar, leikur og søgur eftir konufólk 1896-1945. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.