Skip to main content
Persónsupplýsingar

Føddur í 1950 í Tórshavn og uppvaksin við Gjógv. Studentsprógv frá Føroya Studentaskúla í 1969. Búði í Danmark 1969-1988, hevur síðan búð í Føroyum.

Skrivari Búskaparráðsins frá 1. mai 2013

Útbúgving
  • Cand. polit. frá lærda Háskulanum í Keypmannhavn 1977
  • Cand.scient.soc. frá lærda Háskúlanum í Keypmannhavn 1983
  • Ph.D. frá lærda Háskúlanum í Aalborg 2007
Størv
  • 2009 -    Undirvísir á Føroya Handilsskúla og lektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum  
  • 2000 - 2008     Lærari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya, Søgu- og Samfelagsdeildin  
  • 1987 - 2000    Fulltrúi á Hagstovu Føroya
  • 1987 – 1987    Fulltrúi á Ríkisgrannskoðarastovni Danmarkar    
  • 1985 – 1987    Hagfrøðiligur ráðgevi og grannskoðari innanhýsis grannskoðanini hjá Kjøbenhavns Handelsbank    
  • 1979 – 1985    Fulltrúi á Almannastýrinum í Danmark (stovnur undir danska Almannamálaráðnum)  
  • 1979 – 1979    Fulltrúi á donsku Hagstovuni    
  • 1987 – 1979    Marknaðargranskingarráðgevi á vinnugranskingarstovninum “Observa” í Keypmannahavn.   
Fyrilestrar

Eg havi hildið nógvar fyrilestrar, sum eg tíverri ikki havi talið á. Seinasti fyrilesturin hjá mær var um evnið “consciousness-based education”, ið eg í 2010 helt fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Administrative responsibilities/
Fyrisitingarlig ábyrgdarøkir:

  • Eg eri ein av 12 “fellows” á  “The Grounded Theory Institute” í Mill Valley, California.  Hetta “institutt” er stovnað av Barney Glaser, ið fann fram til “classic grounded theory” háttalagið, og sum í dag er ein hin mest citeraði granskari innan samfelagsvísindi. “Instituttið” umboðar eitt ovurstórt altjóða netverk av  granskarum og eisini praktikarum. Sí www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx
  • Eg havi gjørt “peer review” fyri  "Journal of Business and Industrial Marketing"
  • Eg eri “peer review editor” fyri “Grounded Theory Review – An International Journal”.
  • Eg havi gjørt “peer review” fyri “Production Planning & Control Journal”.
  • Eg var limur av tí ráðgevandi trýmannanevnd, ið Mentamálaraðið í 1999 setti til at meta um tørvin fyri stovnseting av einum granskingardepili fyri økismenning.
  • Eg havi luttikið í øðrum “peer review” arbeiði. T.d. var eg í februar 2011 opponentur í sambandi við verju av eini doktararitgerð við “Stockholm University School of Business”.
  • Fyri Mentamálaráðið havi eg saman við øðrum gjørt uppskot til námskrøv og námsætlnanir fyri frálæruna í búskaparfrøði á føroysku handilsskúlunum.
  • Eg var fyrsti nevndarformaðurin fyri Landsbanka Føroya aftaná stovnan í 1987.
  • Eg havi verið varalimur í Kappingarráðnum. 

 

Granskingarstuðul
  • BP Amoco stuðlaði míni PhD granskingarverkætlan ið var lokin í 2007.