Skip to main content
Lýsing av granskingini

Nýtsla og framhaldandi menning av ”classic grounded theory” [http://www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx] sum granskingarmetodu. Hetta er ein metoda til at skapa ástøði beinleiðis úr dátum (t.v.s. ástøði sum eru grundað í dátum). Fyrsta stigið er at finna ”kjarnuvariabulin”, ið forklárar mest av variatiónini í dátunum. Næsta stigið er skapa eitt ástøði ”rundan um” kjarnuvariabulin.  
Nýtsla av hesi metodu til:

•    Menning av einum nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu (hetta er í høvuðsheitum lokið)
•    Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. Hetta arbeiðið er í gongd.
•    Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni. Hetta arbeiðið er eisini í gongd. Hetta merkir at tvær granskingarætlanir eru í gongd samstundis.

Publikatiónslitin vísir loknar undir-verkætlanir    

Verkætlanir

Ph.D. verkætlanin var lokin 2007 tá Ph.D. ritgerð var vard og góðkend við lærda háskúlan í Aalborg. Aðrar publiseringar við grundstøði í hesi ritgerð vóru loknar nakað seinni. Úrslitið av hesi verkætlan var parvíst menning av eini granskingarmetodu [Sí  www.groundedtheory.com/what-is-gt.aspx],
    og serstakliga skapanin av einum heilt nýggjum ástøði um vinnuvirkið og virkisleiðslu.

Eftir standa avbjóðingarnar at gagnnýta úrslitini av hesi gransking í praksis. Sum svar upp á hesar avbjóðingar eru tvær granskingarverkætlanir í gongd samstundis:

•    Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. 
•    Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni.  

Aktuellar verkætlanir

•    Menning av nýggjum hættum til ráðgeving og leiðslu av virkjum og stovnum. Í hesi verkætlan verður roynt at skipa eitt altjóða netverk, m.a. gjøgnum mín leiklut sum ”fellow” í ”grounded theory Institute” og at fáa samvinnu við virki, herundir altjóða ráðgevingarvirki.
•    Menning av einum nýggjum ástøði um makrobúskaparligan politikk í Føroyum og aðrastaðni.  Í hesi verkætlan er ætlanin at arbeiða saman við føroyskum granskara.