Skip to main content
Frágreiðing um undirvísing

•    Havi undirvíst í marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keymannahavn (nú CBS) 1983-87.
•    Havi undirvíst í hagfrøði á Føroya Handilsskúla 1995-2000 (HD-nám skipað av Handilsháskúlanum í Aarhus).  
•    Havi undirvíst í altjóða búskapi á Føroya Handilsskúla 2009-11
•    Havi undirvíst í virkisbúskapi, herundir roknskaparlæru, á Føroya Handilsskúla 2010/11
•    Havi undirvíst í nógvum lærugreinum á Fróðskaparseti Føroya frá 2000 og til í dag: ástøðilig hagfrøði, praktisk hagfrøði, hagfrøði við nýtslu av KT, búskaparfrøði (mikro og makro), búskaparfrøði fyri søgulesandi, búskaparsøgu, granskingarmetodum, og vísindaástøði saman við granskingarmetodum
•    Eg havi hildið nógvar fyrilestrar, havi tíverri ikki talið. T.d. havi eg medvirkað í sjónvarpssendingum um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti, herundir granskað fyri Sjónvarp Føroya í búskaparligum og fíggjarligum spurningum, ið hava verið viðgjørdir í serligum sendingum har eg eisini havi medvirkað. Seinasti fyrilesturin hjá mær var um evnið “consciousness-based education”, ið eg í 2010 helt fyri lærarunum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Lýsing av undirvísing

Eg royni miðvíst at grunda mína undirvísing í búskaparfrøði á mína gransking í búskaparfrøði (har eg nýti ”classic grounded theory” háttalagið). Sí her  uppritið ”produktivitetur, vøkstur, transformatión, materielt livistøði og arbeiðsvirkni” ið eg byrji undirvísingina í búskaparfrøði við.