Skip to main content

Verkætlan

Heiti: 
Máltøka hjá føroyskum børnum

Vegleiðari: 
Dorthe Bleses, professari á Center for Børnesprog, Institut for Sprog og Kommunikation, Syddansk Universitet.

Hjálparvegleiðarar: 
Hjalmar P. Petersen, dr. phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini
Zakaris Svabo Hansen, adjunktur í málfrøði á Føroyamálsdeildini   


Um verkætlanina:
Áhugin fyri fyrstu málmenningini hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at tað vísir seg, at granskarar kunnu vísa á samband millum málmenningin, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa.

Ein partur av verkætlanini er at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories). Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið. CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.