Skip to main content

Føroysk Bókmentasøga

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. skrivar Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld.

Ætlanin við hesi bókmentasøguni, er at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Verkætlanin
Í løtuni er arbeiðið miðsavnað um tíðarskeiðið frá 17. øld, tá ið týdningarmikil rit um Føroyar komu út, til umleið 1900, tá ið føroyskar nútíðarbókmentir vóru vorðnar veruleiki.

Miðað verður eftir at byrja útgávuna við hesum tíðarskeiðinum. Harnæst er tjúgunda øld á skránni.

Hvør verður høvuðsmunurin millum ta komandi bókmentasøguna og tær verandi, eitt nú Føroyska bókmentasøgu eftir Chr. Matras frá 1935, Føroyskar bókmentir I-III eftir Árna Dahl 1980-83 og Færøsk litteratur eftir Jógvan Isaksen? Tann nýggja byggir bæði á eldri skriving og nýggja gransking. Hon er grundað á tekstgreining og fer av tí sama at vera størri og fara gjølligari um.

Verkætlanin strembar eftir at greiða frá søguni hjá føroyskum bókmentum við at seta menningina av tekstsløgum og listfrøðiligum eyðkennum annars inn í bókmentasøguligt og bókmentafrøðiligt høpi. Hugt verður at sambandinum millum ta føroysku, ta norðurlendsku og ta evropeisku menningina. Viðgerðin av teimum ymsu rákunum, tíðarskeiðunum og høvundunum byggir á teir ítøkiligu tekstirnar og hevur fyrilit fyri eldri viðgerðum, støða verður tikin til tær og bygt verður á tær.

Nýggj gransking ger, at áherðslur broytast: høvundar, sum áður ikki hava verið tiknir við ella bara nevndir, verða umrøddir, viðgjørdir og mett verður um týdning teirra í bókmentasøguni. Tað kunnu t.d. vera menn og kvinnur, sum hava skrivað í tekstsløgum ella stíli ella á máli, sum tað ikki hevur verið pláss fyri í teimum fyrstu føroysku bókmentasøgunum, tá ið støði varð lagt undir hugtakið.

Tá ið talan er um 20. øld, sum verður evnið í fylgjandi bindi ella bindum, so eru bókmentirnar nógv størri í vavi enn hinar undanfarnu øldirnar, nógv fleiri tekst-ir og fleiri tekstsløg eru at viðgera. Seinasta 30-ára skeiðið í føroyskum bókmentum hevur ikki verið viðgjørt áður í heild bókmentasøguliga. Har verður at bróta upp úr nýggjum í úrvali, samanfatan, flokking og viðgerð.

Úrslitið fer at tala fyri seg. Væntandi verður tann nýggja bókmentasøgan partvíst nýbrot, partvíst sýntesa og framhald av eldri bókmentasøguskriving.

Fyrsta bind av bókmentasøguni varð útgivið í juni 2011.

Eitt granskingarevni Turiðar er ritverk Símunar av Skarði (1870-1942), háskúlastjóra. Sangir og sálmar hansara, upprunaligir og týddir, hava verið fólkaogn, síðan teir komu fram og hava verið atkomuligir í sang- og sálmabókum. Men ritsavn hansara ella partar av tí vóru ikki útgivnir. Tí varð farið undir at savna og skipa tað, sum Símun av Skarði hevur yrkt, skrivað og týtt, til útgávu. Í tí arbeiðinum vóru yvirlit, sum Jóhannes av Skarði (1911-1999) hevði gjørt, og samrøður við hann til stórt gagn, og tað gleðiliga var, at 1. bind kom út, meðan Jóhannes var á lívi.

Millum 1998 og 2004 kom ritverkið út í 7 bindum – ein bók um árið - hjá forlagnum Fannum:

1. bind: bundið mál; 2. og 3. bind: greinir, lestrar, kvøður og ummæli; 4. 

bind: søgur og ævintýr; 5. bind: týdd íslendingasøga; 6. bind: eitt upprunaligt og eitt týtt leikrit; 7. bind: týdd samtíðarskaldsøga.

Eitt ískoytis- og yvirlitsbind er enn ókomið. Millum tað, sum verður í tí kunnu nevnast: tekstir, sum ikki vóru komnir undan kavi, tá ið bindini, teir áttu at staðið í, vórðu prentað; yvirlit yvir, hvar teir einstøku tekstirnir hava verið prentaðir áður, og hvar teir standa í ritsavninum; viðmerkingar og frágreiðingar um og viðgerðir av einstøkum tekstum; skrá yvir bókmentir um Símun av Skarði.

Barnabókmentir hava síðan 1970-árini verið ein týdningarmikil partur av undirvísing og gransking av bókmentum á lærdum háskúlum í Vesturheiminum, og í dag verða hildnar ikki bara norðurlendskar men altjóðaráðstevnur um barnabókmentir millum granskarar í øllum heimspørtum.  Á Fróðskaparsetri Føroya hava verið hildin skeið í barnabókmentum, har ávis tíðarskeið í føroyskari barnabókmentasøgu hava verið kannað eins og ávísar útgávur og høvundar.

Føroysk bókmentasøga - Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir

Ritverk Símunar av Skarði

Barnabókmentir