Skip to main content

Gransking

Hevur mest arbeitt við orðabókafrøði og var við í ritstjórnini á Føroyskari orðabók 1998. Høvuðsritstjóri á Føroyskari-danskari orðabók, sum kom út í 2010. Árini 2006-2009 granskari í granskingarverkætlan um føroyska setningafrøði við universitetið í Edinburgh. Í tí sambandi eru kanningar gjørdar og vísindaligar greinir skrivaðar. 

Aktuellar verkætlanir

Ph.d verkætlan
Arbeiðir í løtuni við ph.d.-verkætlan, ið søguliga og samtíðarliga skal lýsa setningafrøðiligar og morfologiskar broytingar í føroyskum.

Lærubók í málfrøði
Arbeiðir í løtuni saman við øðrum málfrøðingum við eini lærubók í málfrøði ætlað studentum og øðrum áhugaðum. Hetta eru greinar um ymisk málfrøðilig evni (t.d. mállæru, ljóðfrøði, pragmatikk, merkingarfrøði, purismu, samfelagsmálvísindi).

Evolution of Semantic Systems
Við í niðurlendskari verkætlan, Evolution of Semantic Systems, sum granskar merkingarligan líkskap og mun millum nógv ymisk (leinki).

ISLEX
Hevur saman við Jógvani í Lon Jacobsen og Jonhardi Mikkelsen ábyrgdina av tí føroyska partinum av ISLEX-verkætlanini, sum er ein íslendsk-norðurlendsk netorðabókarverkætlan.

Lidnar verkætlanir

Føroysk-donsk orðabók - kom út 2010
Verkætlan um føroyska setningafrøði á The University of Edinburgh
Føroyskur markari. Verkætlan saman við Heina Justinussen, endað á vári 2005