Skip to main content

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.

Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýrismanninum uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður hevur tilnevnt hesar uttanhýsislimir í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016.

  • Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, deildarstjóti, formaður.
    Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., ráðgevi.
  • Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður.
    Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum.
  • Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø. 
    Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D, Háskólinn á Akureyri.
  • Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of Economics.
    Varalimur: Magni Mohr, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari. 

 

Harumframt hevur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, sett niðanfyri standandi limir og varalimir í stýrið, tíðarskeiðið 1. januar  2013 til 31. desember 2016. Tó er studentaumboð tilnevnt fyri eitt ár í senn. 

  • Gestur Hovgaard, Ph.D. lektari í samfelagsvísindi.
    Varalimur: Elisabeth Holm, altjóða samskipari.
  • Sára Joensen, deildarskrivari.
    Varalimur: Svein-Ole Mikalsen, Ph.D. professari.
  • Kolbrún í Haraldsstovu, lesandi, frá 1. januar 2016
    Varalimur: Ingun H. Söderqvist, lesandi.

 

Tilmælið er gjørt við støði í innanhýsisval til stýrið, ið varð hildið 11. desember 2012 millum ávikavist starvsfólk og lesandi.

Stýrið er sett frá 1. januar 2013.