Skip to main content

Lestrarupptøka

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa bachelorlestur á Námsvísindadeildini, Sjúkrarøktarfrøðideildini, Søgu- og Samfelagsdeildini og á Føroyamálsdeildini á hvørjum ári. Á Náttúruvísindadeildini verður í ár tikið upp til  Lívfrøði og KT-verkfrøði. Tikið verður eftir ætlan upp aftur til Orkuverkfrøði í 2017. Sostatt er í 2016 møguleiki at søkja inn á minst 10 ymiskar bachelor útbúgvingar á Setrinum. Hesar verða lýstar niðanfyri.

Hesar bachelor útbúgvingarnar verða bodnar út í 2016

  • Lívfrøði - tríggjar lestrarleiðir
  • KT-verkfrøði
  • Lærari
  • Námsfrøði
  • Sjúkrarøktarfrøði
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Politikkur og umsiting
  • Søga
  • Búskaparfrøði
  • Føroyskt

 

Harumframt verður hjánám í hesum lærugreinum boðið út í 2016:

Upptøka og umsóknarfreistir 2016

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2016 á midnátt.
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2016 á midnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2016 milllum hálvan august og 1. september.

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:

  • Tak niður umsóknarblað (kvota 2) 2016 - umsóknarfreiðstin er farin
  • Tak niður leiðbeining til umsóknarblað (kvota 2) 2016 - umsóknarfreistin er farin


Kvota 1:



Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur[at]setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Upptøkutreytir

Kvota 1:
Upptøkutreytin til bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til hesa lærugrein:

  • Føroyskt: Til at verða upptikin at lesa BA og hjánám  í føroyskum krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við 7 í próvtali í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella  8 í føroyskum eftir 13-talsstiganum.

  • KT-verkfrøði: Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði A ella B.
    -    Antin á A-stigi við miðaltalinum 2 ella hægri eftir 7-talsstiganum ella 6 ella hægri eftir 13-talsstiganum
    -    ella á B-stigi við miðaltalinum 4 ella hægri eftir 7-talsstiganum ella 7 ella hægri eftir 13-talsstiganum.
    Miðatalið verður roknað av skrivligum og munnligum próv-talsúrslitum og endaligum ársmetum.
    Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javn-settum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.


  • Lívfrøði: Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnáms-prógv við:
    -    alisfrøði á B-stigi
    -    støddfrøði á B-stigi
    -    evnafrøði á B-stigi
    Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera  minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum.
    Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próv-talsúrslitum og av endaligum ársmetum.
    Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

  • Búskaparfrøði: Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
    Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
  • Sjúkrarøktarfrøði: Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september 2016, skal skeiðið takast um aftur. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðskostnað.


  • Hjánám í støddfrøði: Tey, sum søkja inn at lesa hjánám í støddfrøði, skulu hava miðnámsprógv, har tey hava staðið støddfrøði á A-stigi.


Kvota 2:

Um miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott, ella tú hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri, søkir tú inn eftir kvotu 2. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina, sí punkt 2 í vegleiðingini. Umsøkjarin fyllir tá eisini síðu 2 og 3 út, punktini 5 til og við 11.

Hevur ein umsøkjari ikki føroyskt á miðnámsskúlastigi, verður søkt inn eftir kvotu 2. Hesir umsøkjarar skulu so upp til eina málsroynd og eftirfylgjandi samrøðu. Nærri boð verða givin um hesar royndir.

Hevur ein kvotu 2-umsøkjari nóg gott gymnasialt miðnámsskúlaprógv til at verða upptikin eftir kvotu 1, verður umsóknin flutt yvir til metingar eftir kvotu 1 fyri upptøku í 2016 (her er umsóknarfreistin 1. juli 2016).

Upp til 30% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.