Skip to main content

Lívslong læring: Jónheðin H. Tróndheim

Jónheðin Herason Tróndheim er útbúgvin bilmekanikari og tók HF-prógv. Hann arbeiddi í mong ár í fjølmiðlunum og hevur arbeitt í KT-heiminum í mong ár. Hann stovnaði familju og bygdi, men eftir tvey renningarlop uppgav hann ætlanina um eina hægri útbúgving. Fimmti ára gamli Jónheðin er íholdanin av hugtakinum 'lívslong læring': Hann tók fyrst bacehlor-útbúgving í stjórnmálafrøði á Setrinum og er nú í holt við master-útbúgvingina í løgfrøði


Hoyr samrøðuna við Jónheðin her

Sjúkrarøktarfrøði: Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð

Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð lesur sjúkrarøktarfrøði á 4. ári og verður liðugur í heyst. Hví valdi hann at lesa sjúkrarøktarfrøði? Hvat heldur hann um sjúkrarøktarfrøði í kynshøpi? Hvat heldur hann um útbúgvingina? Hvussu hevur hann upplivað tað at ganga á Setrinum? Hvørjar framtíðarætlanir hevur hann?

Tú kanst síggja Berg greiða nærri frá her (video)