Skip to main content

Lestrarupptøka

Á Fróðskaparsetrinum verða nýggj lesandi tikin inn at lesa masterlestur á Søgu- og Samfelagsdeildini og á Føroyamálsdeildini á hvørjum ári, harumfram verður møguligt at lesa masterlestur í Fólkaheilsuvísindi.

Hesar masterútbúgvingarnar verða bodnar út í 2016

  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • Politikkur og umsiting
  • Søga
  • Løgfrøði
  • Føroyskt
  • West Nordic Studies
  • Fólkaheilsa
  • Vegleiðing (Eingin upptøka í 2016)

 

Harumframt verður hjánám í hesum lærugreinum boðið út í 2016:

Upptøka og umsóknarfreistir 2016

  • Umsóknarfreistin at søkja er 1. juli 2016 á midnátt.


Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2016 milllum hálvan august og 1. september.

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

 

Politikkur og umsiting



Søga

 

Løgfrøði

 

Føroyskt

 

West Nordic Studies



Fólkaheilsa

 

Umsóknir kunnu sendast við telduposti til lestur[at]setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.