Skip to main content

Masterútbúgving í føroyskum

MA-nám tekur 2 ár (120 námsstig). Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA. Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at søkja um at fara undir ph.d.-nám.

Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.

Lestrarevnini, sum verða boðin út á heysti 2015, eru:

Upptøkutreytir

Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í føroyskum, kann verða upptikin á MA-námið. Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í aðrari samsvarandi útbúgving, kann verða upptikin eftir hóskandi treytum, sum verða settar í hvørjum einstøkum føri.

Endamál við útbúgvingini

MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin er granskingargrundað og miðar móti gransking, undirvísing, miðla- og mentanarvirksemi á høgum førleikastigi. Útbúgvingin mennir evnini hjá teimum lesandi til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Námsevnið er føroyskt mál og føroyskar og norðurlendskar bókmentir.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja um upptøku til MA í føroyskum er

  • fríggjadagin 1. juli 2016 á midnátt

 

Umsóknarfreist til stakskeið á MA-støði er

  • leygardagin 20. aug. 2016 á midnátt til heysthálvuna
  • týsdagin 20. des. 2017 á midnátt til várhálvuna

Námsskipan

Trýst á hetta leinkið fyri at lesa námsskipanir fyri útbúgvingarnar á Føroyamálsdeildini (frá 2013), dagføringar verða í løtuni gjørdar.

Námið

MA-nám er samansett av lestrarevnum (80 ECTS), og endað verður við eini MA-ritgerð (38 ECTS) og meistarafyrilestri (2 námsstig).

Samansett MA tekur 5 ½ ár (330 ECTS). Hetta er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:

  • BA-prógv, 3 ársverk (180 ECTS)
  • Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 ECTS)
  • Hjánám, 1½ ársverk (90 námsstig) í øðrum faki. (Hjánám í føroyskum er 60 ECTS á BA-støði og 30 ECTS á MA-støði)
  • Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið tú ert starvssett/ur á, skipar fyri)

Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Tað ber eisini til at taka MA í føroyskum bókmentum og MA í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini. Tá eru serligar upptøkutreytir galdandi, sí námsskipanina, og serlig námsskipan verður gjørd til einstaka studentin.

Umsóknarblað

Her ber til at taka niður umsóknarblað og vegleiðing.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Undirvísingarmál

Undirvíst verður á føroyskum, í einstøkum førum á øðrum norðurlendskum máli.

Nærri kunning

Eru spurningar í samband við umsóknarblað ella upptøku annars, ber til at venda sær til Jógvan í Lon Jacobsen, útbúgvingarleiðara, telefon 292532, jogvanlj(at)setur.fo ella Berg Djurhuus Hansen, adjunkt, telefon 292542, bergurdh(at)setur.fo.

Lestrarevni

Undirvísingin er skipað í lestrarevni (sí Allýsing av lestrarevnum undir Námsskipan). Lestrarevnini eru bókmentalig, málslig ella samansett. Studenturin velur millum tey evni, sum eru í boði; hann kann taka bókmentalig evni burturav, málslig evni burturav ella eina blanding av málsligum og bókmentaligum evnum.

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.

Øking av lestrarevni

Studentur kann í samráði við ábyrgdarlærara økja lestrarevni í mun til skeiðslýsing. Studenturin fær leiðbeining til sjálvur at lesa og granska tann partin, ið lagdur verður aftrat lestrarevninum. Økingin skal tilskilast í innskrivingini til próvs í lestrarevninum.

Lestrarlisti til bókmentalig evni á MA:

20 námsstig: Í lestrarevnum, sum telja 20 námsstig, verða uppgivin 5 vísindaverk og 8 bókmentaverk.
10 námsstig: Í lestrarevnum, sum telja 10 námsstig, verða uppgivin 3 vísindaverk og 4 bókmentaverk.
Í stakføri kunnu tekstir á øðrum málum enn norðurlendskum verða tiknir við. Vísindaverkini kunnu vera á øðrum málum enn norðurlendskum. Minst tvey/eitt av vísindaverkunum skulu um gjørligt vera heilar vísindaritgerðir.

Lestrarevni av aðrari stødd verða roknað samsvarandi hesum.

Lestrarlisti til málslig og samansett evni á MA:

Bæði tey málsligu og tey samansettu lestrarevnini eru so ymislig, at illa ber til at seta føst krøv um tilfarsnøgd. Vegleiðandi ásetingar eru:

20 námsstig: Í lestrarevnum, sum telja 20 námsstig, verða uppgivnar uml. 1.500 síður.
10 námsstig: Í lestrarevnum, sum telja 10 námsstig, verða uppgivnar uml. 800 síður.
Tó kann býtið millum tey trý tilfarssløgini, alment ástøði, serbókmentir og grundtekstir (sí bls. 45), skifta nógv frá einum lestrarevni til annað. Í summum, eitt nú mállæru, navnafrøði o.tíl., kann meginparturin vera innan ástøði, háttalag og viðgerð av ávísum evnum; í øðrum, eitt nú norrønum og málsøgu, kann høvuðsdenturin liggja á tekstlestri. Í einum lestrarevni, sum snýr seg um samskifti, kunnu partar av tilfarinum vera myndir. Krøvini verða ásett í hvørjum føri.

Lestrarevni av aðrari stødd verða roknað samsvarandi hesum.