Skip to main content

Skipan og innihald

Í masterlæru verða bjóðaði út hesi fakøkini: søga, politikkur og umsiting, sosialvísindi og planlegging. Nærri lýsingar av útbúgvinginum finnast í Námsætlan og Vegleiðing til masterlæru.

Útbúgvingin varar í 2 ár, og semestrini síggja soleiðis út: Á fyrsta semestri verður dentur lagdur á teori og metodu innan fakøkini. Ein týdningarmikil partur av hesum semestrinum er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tú m.a. saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Annað semestur er uppihald á útlendskum universiteti, har tú tekur útvald fak innan títt serøki.

Á triðja semestri fert tú i praksislæru. Hetta merkir, at tú grundað á avtalu millum teg og ein stovn ella virki, granskar eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum tú eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av semestrinum er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.
Fjórða semestur er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Á heysti 2015 fór Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya undir at bjóða út fulltíðar masterlestur innan søgu, politikk og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging.
Upp til 30 lesandi kunnu takast inn til lestrarbyrjan miðjan august 2016.
Freistin at søkja um upptøku er 1. juli 2016. Umsóknarblað og leiðbeining fæst her. Svar verður sent umsøkjarum í seinasta lagi 20. juli 2016.

Vit fara at útbúgva søgu- og samfelagsfrøðingar eftir einum leisti mentur á Søgu- og Samfelagsdeildini, nevndur masterlæra. Hvat masterlæra er, kanst tú lesa nærri um í hesum teksti og vita, um hetta vildi verið nakað fyri teg. Tú sært eisini ein stuttan samandrátt, ein profil, av masterlæruni við at fylgja hesi leinkju.

Serlig krøv

Roknast má við, at munandi partar av undirvísingini og uppgávuskrivingini  fara fram á øðrum máli enn føroyskum (t.e. skandinaviskum/enskum). Eisini mást tú gera tær greitt, at 2. semestur er ætlað sum uppihald á hægri lærustovni uttanlanda. Í tríðja lagi er talan um eina útbúgving, har kravið um at vera til staðar á arbeiðsplássinum vil vera hægri, enn vanligt er á universiteti.

Endamálið við útbúgvingini

Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi innan eitt fakøki skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði, men samstundis verður tikið atlit fyri, at hvør lesandi kann ogna sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti, hetta serliga gjøgnum problemgrundað projektarbeiði. At arbeiða við støði í at menna slíkar eginleikar halda vit hevur stóran týdning fyri ein lítlan arbeiðsmarknað sum tann føroyska.

Eftir lokna samfelagsvísindaliga masterlæruútbúgving megnar tú:

  • Vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan títt fakøki, grundað á nýggjastu altjóða fakligu vitanina.
  • Førleikar í at problematisera, analysera og framleiða relevanta vitan innan títt fakøki og tema.
  • At arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi.
  • Sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta stigi, men eins væl at verða partur av einum arbeiðsbólki.
  • At taka á teg formidling av gransking og granskingargrundaðari vitan, at kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar eins væl og ikki-serfrøðingar.
  • At taka á teg analytiskar arbeiðsuppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, herundir at seta fram væl grundaðar loysnir uppá praktiskar avbjóðingar.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja um upptøku til masterlæruútbúgvingarnar er 1. juli 2016.

Umsøkjarar fáa svar gjøgnum teldupost í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016.

Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

Við eini útbúgving innan master-læru konseptið hevur tú eina sterka fakliga útbúgving, grundað í vitan og royndum frá bæði altjóða viðurskiftum og beinleiðis úr føroyska samfelagnum. Hetta gevur høgar førleikar at starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan almenna umsiting, ein væl privat og almannagagnligt virki.

Umsóknarblað

Her ber til at taka niður umsóknarblað og vegleiðing


Umsóknir kunnu sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo, sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum

Upptøkutreytir

  • Søgu- ella samfelagsvísindalig bachelorútbúgving frá Fróðskaparsetur Føroya.
  • Søgu- ella samfelagsvísindalig bachelorútbúgving frá øðrum hægri lærustovni, har tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við útlýstu fakøkini og/ella innan tvørvísindi.
  • Lesandi við aðrari bakgrud, tó í minsta lagi á bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku. Tá kann roknast við kravi um supplerandi

Nærri kunning

Kunning annars: Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðari, tlf.: 292595, t-postur: gesturh(at)setur.fo