Skip to main content

Universitetsútbúgvingar

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum - lesið um hvørjar útbúgvingar eru undir punktinum Útbúgvingar. Tað eru trý sløg av útbúgvingum.

Bachelorútbúgvingar
eru 3 ára útbúgvingar. BA er bachelorheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Arts. BSSc er bachelorheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Bachelor of Social Science. BSc er bachelorheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Science. 

Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving. MA masterheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Master of Arts. MSSc er masterheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Master of Social Science. MSc er masterheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Master of Science. 

Ph.D.  - stytting fyri philosophiae doctor - er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er. Les meira um Ph.D. skipanina undir gransking.