Skip to main content

Almenn próvskeið á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetrið skipar umframt akademisku útbúgvingarnar fyri styttri førleikagevandi málskeiðum. Talan er um skeið í føroyskum og enskum, sum verða fyriskipað hvørt ár.

Próvskeið í føroyskum

verða skipað við heimild í Kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009, (kap.3). Skeiðið er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum móðurmál og hava gingið í miðnámsskúla ella samsvarandi. Á skeiðinum verður undirvíst í at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislívi og fyri at fáa betri fatan av føroyska málinum. Skeiðið byrjar aftur 11. september 2012 og heldur áfram 18 vikur til 26. februar 2013, sí nærri undir lýsing fyri føroyskt omanfyri og á skeiðslýsingin

Cambridge skeið í enskum

hava seinastu 31 árini verið boðin út frá Fróðskaparsetrinum, bæði til studentar setursins og til almenningin. Í 1982 fekk Tórður Jóansson góðkenning sum Local Secretary fyri Cambridge, við Fróðskaparsetrinum sum Examination Centre. Síðani hava fleiri enn 700 fólk verið á teimum ymsu skeiðunum. Nógv hava brúkt møguleikan at fara til próvtøku og hava síðani fingið prógv fyri sín førleikan í enskum. Á vári 2002 tók Sharon Christiansen við sum Local Secretary, eftir at hava undirvíst á skeiðnum í fleiri ár. Faldarin fyri 2014/15 fæst her

Tilmelding til skeið

Niðanfyri ber til at melda seg til almennu próvskeiðini, sum Fróðskaparsetrið skipar fyri.
Eisini ber til at venda sær til Setursskrivstovuna, J.C. Svabos gøtu 14, postrúm 272, 110 Tórshavn og biðja um umsóknarblað.  

Tilmeldingarblað