Skip to main content

Próvtøkur fyri útlendsk universitet

Í serligum førum ber til hjá studentum, ið eru innskrivaðir á útlendskar hægri útbúgvingarstovnar, at sleppa at sita á Fróðskaparsetrinum til skrivliga próvtøku - og eisini munnliga próvtøku, um hon kann fara fram umvegis Skype. Hetta verður gjørt, um studenturin hevur fingið formligt loyvi frá sínum útbúgvingarstovni, og um viðurskiftini annars tala fyri tí.

Endaliga váttan um eftirlit við próvtøku geva vit ikki, fyrrenn vit vita próvtøkudagin og klokkutíð - og grundupphæddin fyri próvtøkuna er rindað.  Vit geva ikki generella váttan uppá t.d. eina heila útbúgving, men gera avtalu í hvørjum einstøkum føri. 

Tá loyvi er fingið, skal studenturin sum skjótast venda sær til Lestrarskrivstovuna við formligum fyrispurningi.  Síðan verður mannagongdin avtalað. 

Vit taka eitt gjald fyri hesa tænastu.  Fasta gjaldið er 1.200 kr.  Harafturat koma møgulig eykagjøld:  

  • Um próvtøkan er leygardag ella ein almennan frídag, verða 300 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar.

  • Um próvtøkan ella partur av próvtøkuni er uttan fyri vanliga arbeiðstíð, verða 150 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma, ið fellur aftaná kl. 16 – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar, um øll próvtøkan fellur aftaná kl. 16.

  • Fyri netpróvtøkur verða 220 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma.  Um netpróvtøka er leygardag ella ein almennan frídag, verða 520 kr lagdar afturat fyri hvønn tíma – vit taka bert fyri fullar tímar.  Minsti takstur er 2 tímar. 

  • Um útbúgvingarstaðið krevur, at próvtøkusvarið verður sent teimum við kurér-posti, verða 1.000 kr lagdar afturat fyri DHL-gjaldið.


Fasta gjaldið skal rindast beinan vegin, tá útbúgvingarstaðið loyvir, at próvtøka kann fara fram á Fróðskaparsetrinum, og verður ikki afturgoldið, um studenturin tekur seg aftur frá próvtøku ella ikki møtir. Peningurin skal flytast á konto okkara í Eik Banka 9181-495.872.3 og váttan um gjaldið sendast okkum.

Spurningar um eksternar próvtøkur skulu stílast til Lestrarskrivstovuna teldupost elinbh(at)setur.fo ella við at ringja til 292506.      

September2015