Skip to main content

Próvskeið í føroyskum - skeiðslýsing

Endamál og innihald: Endamálið við skeiðnum er at menna hegnið at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt og at økja fatanina av føroyskum máli og nýta tað í arbeiði, gerandislívi og til hægri lestur.
Dentur verður lagdur á at geva breitt og djúptøkið innlit í føroyska mállæru. Hetta verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Næmingarnir verða vegleiddir í at brúka orðabøkur til fulnar. Til at venja málburð og stavseting verða venjingar við stílaskriving og fyrisagnum. Eisini royna næmingarnir seg í tekstalestri av ymsum slag. Úrval av føroyskum tekstum verður lisið, greinað og tulkað.

Undirvísingartíð og -stað: Undirvíst verður 72 tímar týsdagar  kl.16.00 – 19.15 frá  11. september 2012 til  26. februar 2013 á Fróðskaparsetrinum, Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbsgøta 16. 100 Tórshavn.

Tilmelding:       
Tilmeldingarskjal her

Uppmøting:
Tað er ikki møtiskylda á skeiðnum, men møta tit ikki eina ferð, ella tit gevast heilt, vera tit vinarliga biðin at siga Setursskrivstovuni ella læraranum frá, t.d. umvegis teldupost.

Próvtøka: Próvtøkan verður í viku 9 2013. Próvtøkan er samansett og fevnir um ymsar greinir: stíl, rættskriving og mállæru. Tað stendur øllum næmingum frítt at fara upp til próvtøku ella ikki.

Lærari:  Lena Reinert

Bókmentalisti:
- Bøkur, ið kunnu vera hentar at hava.

Á skeiðnum fáa tit nærri boð um, hvørjar tit skulu ogna tykkum.

  • Paulivar Andreasen og Árni Dahl: Mállæra. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 2004
  • Harry Davidsen og Anna Maria R. Jensen: Stutt Mállæra. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 2005
  • Jeffrei Henriksen: Bendingarlæra. Sprotin. Tórshavn 2004
  • Føroysk orðabók. Ritstjórn: Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn 1998.
  • Jógvan í Lon Jacobsen: Málmaðurin í útvarpinum 1-2. Forlagið Sprotin. Tórshavn 2010 & 2011
  • Svenning Tausen: Orð um orð 1-2. Forlagið Samd. Tórshavn 1984 & 1990.
  • Svenning Tausen: Orð og orðað. Forlagið Sprotin. Tórshavn 2006.
  • Árni Dahl: Greiðið og greinið: um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum og framhaldsskúlum. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1988.
  • Jonhard Mikkelsen: Brotmyndir: amboð til skaldsøgu- og stuttsøgugreiningar . Forlagið Sprotin. Tórshavn 1993.
  • Jonhard Mikkelsen: Snarskeið í stavseting. Forlagið Sprotin. Tórshavn 2009.
  • Jonhard Mikkelsen: Sprotar: um tekstasløg og próvførslur í bløðum og tíðarritum Forlagið Sprotin. Tórshavn 1993.
  • Jonhard Mikkelsen og Kári Davidsen: Ein ferð inn í føroyskt. Forlagið Sprotin. Tórshavn 2011
  • Turið Sigurðardóttir: Hugtøk í bókmentafrøði. Ungu Føroyar. Tórshavn 2009. (teldutøk útgáva: unguforoyar.com/netutgavur/hugtok/hugtok.htm)


- Á skeiðnum verður lisið eitt úrval av tekstum. Um tað fæst nærri at vita, tá skeiðið er byrjað.