Skip to main content

Lestrarlív

Tá tú hevur avgjørt at fara undir hægri lestur, byrjar ein heilt nýggj tíð í lívi tínum. At fara undir hægri lestur er ein stór avgerð, men sanniliga eisini ein stór og ógvuliga mennandi avbjóðing. At lesa á einum universiteti er rættiliga øðrvísi enn at ganga á eitt nú miðnámsskúla. Sum studentur á Fróðskaparsetrinum skalt tú venja teg við, at undirvísingin ikki er so nógv. Tað er rættuliga vanligt, at undirvísingin er ikki meiri enn einar 10-15 tímar um vikuna. Hetta merkir kortini ikki, at tú hevur nógv frí. Hetta merkir bara, at tú skal leggja tíðina væl til rættis hjá tær, so tú fært lisið og fyrireikað teg einar 20-30 tímarnar um vikuna.

At lesa er fulltíðarstarv og í tíðarskeiðum – serliga uppundir próvtøkur og tá ið stórar uppgávur skulu latast inn – nógv meiri enn tað. Men um tú tekur starvið í álvara og arbeiðir fulla tíð, verða tey drúgvu tíðarskeiðini neyvan alt ov long og kennast ikki so long, tí tá veit tú, at tú arbeiðir fyri einum enn betri úrsliti. Undirvísing

Í undirvísingini á Fróðskaparsetrinum verður skift millum fyrilestrar og bólkaarbeiðið. Fyrilestrarnir eru at sammeta við vanliga undirvísing, har undirvísarin greiðir frá onkrum serligum evni og studentarnir hava møguleika at spyrja um ymiskt í sambandi við tað, tey hava lisið til tíman.

Á Føroyamálsdeildini og á Søgu- og samfelagsdeildini er undirvísing í einar 10-16 tímar og restin er fyrireiking og bólkaarbeiði.

Á Náttúruvísindadeildini eru tímarnir nakað fleiri, og studentarnir eru eisini í starvsstovuni ella gera ymiskar venjingar og uppgávurokningar í felag. Vanliga eru fyrilestrarnar fyrrapart og venjingar og uppgávur seinnapart. Eisini kunnu feltskeið vera, tá verður farið nakrar dagar til okkurt stað, og neyvar kanningar av ávísum evni verða gjørdar.

Felags fyri allar deildirnar er, at tað at lesa er eitt fulltíðarstarv, sum krevur í minsta lagi 40 tíma arbeiðsviku og í tíðarskeiðum rættiliga nógv fleiri tímar. Afturfyri eru eisini vikur, har arbeiðsbyrðan ikki er so stór. Sum studentur hevur tú stórt frælsi at leggja tína arbeiðstíð til rættis sjálv/ur.

Øll skeiðini á Fróðskaparsetrinum geva námsstig ella ECTS. Eitt ársverk er 60 ECTS, og tað merkir, at t.d. ein B.A. útbúgving er 180 ECTS.

Studentalív

Fróðskaparsetrið heldur til í fleiri ymiskum húsum. Tað eina økið fevnur um tað, ið vanliga verður rópt Debesartrøð har Føroyamálsdeildin og Setursskrivstovan húsast, í Nóatún har Náttúruvísindadeildin heldur til og á Frælsinum har Læraraskúlin er. Her er tó ikki longri ímillum enn sum so, at stutt er at renna ímillum bygningarnar.   Í Jónas Broncks gøtu eru Sjúkrarøktarfrøðisskúlin og Søgu- og samfelagsdeildin í sama bygningi.

Av tí at tað er nakað millum deildirnar, síggjast studentarnir á teimum ymsu deildunum ikki so nógv. Tó skipað studentarnir fyri ymsum felags tiltøkum, har studentarnir kunnu hittast. Nú Setrið hevur leigað eitt stórt høli í fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð, kunnu tey lesandi nýta hesi frálíku nýliga ístandsettu hølir sum karm um studentatiltøk, sum tey sjálvi fyriskipa, eitt nú kafe, fyrilestrar og hugnakvøld.

Við lestrarbyrjan skipar Fróðskaparsetrið fyri serligum tiltaki fyri allar nýggjar og verandi studentar, ið verður kallað Innleiðsluskeið.

Stuðul og lán

Lestrarstuðul fæst frá Studna. Studentar á Fróðskaparsetrinum fáa stuðul sum útibúgvandi, líka mikið hvar tey búgva. Tey, ið ferðast við Strandfaraskipum Landsins, kunnu fáa stuðul til ferðing til og frá lestrarstaðnum. Studni kann eisini lata lestrarlán. Meiri fæst at vita um stuðul og lán á heimasíðuni hjá Studna