Skip to main content

Ph.d. lestur

Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í filosofi). Hetta er ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.útbúgving í starv.

Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Tað ber til at søkja um at verða innskrivað/ur til ph.d.lestur á Fróðskaparsetrinum. Í sambandi við umsóknir um stuðul og annað, verður hetta 3 ára skeiðið og arbeiðið vanliga kalla ein ph.d.-verkætlan ella ein granskaraútbúgving.

3 ára ph.d. útbúgving byggir omaná 3 ára Bachelor og 2 ára Master- ella kandidat útbúgving, og verður ofta kallað 3+2+3.

Ph.d.-nám á Fróðskaparsetri Føroya
Fyri at verða tikin upp til ph.d.-nám á Fróðskaparsetri Føroya skalt tú hava lokið masternám (kandidatnám), sum er viðkomandi fyri ph.d.-námið, sum tú ætlar tær undir. Tú skalt skriva eina lýsing av ph.d.-verkætlanini og fáa fígging til hennara.

Fígging
Fíggingina kanst tú eitt nú søkja Granskingarráðið um at fáa www.gransking.fo. Fíggjarætlanin í teirri umsóknini má vera góðkend á Fróðskaparsetrinum, áðrenn tú sendir umsóknina inn – serliga um talan er um, at Setrið skal vera við til at fíggja ph.d.-verkætlanina.

Umsókn til ph.d.-nám
Byrja tí í góðari tíð, at fyrireika umsóknina – eitt nú eitt hálv ár undan freistini, og set teg í samband við Fróðskaparsetrið fyri at fáa nærri vegleiðing til umsóknina.

Les kunngerðina um ph.d.-lestur á Setrinum væl og virðiliga.


Ph.d. ritgerð til próvdømingar

Søkir tú um at Fróðskaparsetrið tekur ímóti og próvdømir eina ph.d.-rigerð, sum tú hevur skrivað, uttan at hava verið innskrivaður til ph.d.-nám, kanst tú gera tað eftir § 6 í kunngerðini. Tá skalt tú skriva eina frágreiðing um, hvussu tú hevur ognað tær tann kunnleika og teir førleikar, sum eru nevnd í ph.d.-kunngerðini § 3, stk. 1-3.