Skip to main content

Universitetsútbúgvingar

Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum.

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini ber til at taka støðisnám í føroyskum máli og bókmentum, bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum og masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum..

  • Gjølligari kunning um útbúgvingarnar

Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava vit í  løtuni 3 bachelorútbúgvingar, eina í søgu og tvær innan samfelagsvísindi, ávikavist “sosialvísindi og samfelagsplanlegging” og “politikkur og umsiting” (stjórnmálafrøði).

Eisini bjóðar Søgu- og samfelagsdeildini fullttíðarlestur í løgfrøði á masterstigi frá lestrarbyrjan á heysti í 2013

Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi og fylgja leistinum í europeiska Bologna-sáttmálanum. Útbúgvingarnar geva tí eisini atgongd til víðari lestur á universitetum uttanlands.

  • Gjølligari kunning um útbúgvingarnar

Útbúgvingar á Námsvísindadeildini

Á Námsvísindadeildini ber til at lesa til Bachelor sum lærari og til Bachelor sum námsfrøðingur.

  • Gjølligari kunning um útbúgvingarnar

Útbúgvingar á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini ber til at taka Bachelorí Sjúkrarøktarfrøði.

  • Gjølligari kunning um útbúgvinarnar

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka tríggjar bachelorútbúgvingar í KT-verkfrøði, Lívfrøði og í Orku- og umhvørvisverkfrøði . Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar bæði uttanlands og í Føroyum.

  • Gjølligari kunning um útbúgvingarnar