Skip to main content

Virksemið hjá Fróðskapi sp/f

Fróðskapur sp/f er bókaforlag, ið Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya hava sett á stovn. Tað tók á heysti 2005 yvir bókaútgávuvirksemið, sum áhugafelagið Føroya Fróðskaparfelag hevði rikið síðan 1952. Fróðskapur heldur fram at geva út tær tríggjar bókarøðirnar:

Supplementum
Fróðskaparrit 
Onnur Rit

Forlagið gevur í meðal 5 bøkur út árliga. Í næstum verða fleiri av bókum forlagsins helst eisini tøkar sum ebøkur.

Samband

Til ber at fáa samband við Fróðskap við at skriva til okkara á frodskapur(at)setur.fo, við at skriva til okkara á okkara Facebook síðu ella við at ringja til Anniku Sølvará, stjóra á tel. 567803.

Hevur tú eitt handrit, hugskot til eitt handrit, sum tú heldur kundi verið givið út á Fróðskapi ella spurningar í sambandi við útgávu av vísindaligum tilfari, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú seta teg í samband við ritstjórarnar Erlu Olsen á erlao(at)setur.fo, Hans Andrias Sølvará á hansas(at)setur.fo  og Magna Mohr á magnim(at)setur.fo 

Meting av handritum

Tað er nevndin fyri forlagið Fróðskap, sum tekur endaliga støðu til, um eitt handrit verður givið út sum bók. Mett verður bæði um fakliga stigið er nøktandi og um tað er fíggjarliga møguligt at geva út. 

Er talan um doktararitgerð ella annað handrit, sum er javnmett (peer review) av fakfólki, kann handritið verða góðkent uttan aðra fakliga meting frá forlagnum. 

Er talan um aðrar vísindaligar útgávur, heitir nevndin á óheftar serfrøðingar um í trúnaði at meta um fakliga stigið á handritinum og biður um meting av, um handritið fakliga er nóg gott til at geva út í bók. 

Fyri Fróðskaparrit er umframt ritstjórarnar eitt editorial board, sum metir um góðskuna á innsendum greinum. Um ritstjórnin heldur tað vera neyðugt, verða greinar sendar til fakliga meting hjá óheftum serfrøðingum. 

Eins og hjá øðrum vísindaligum forløgum upplýsir forlagið Fróðskapur hvørki uttanfyristandandi ella høvundinum sjálvum, hvørjir teir óheftu persónarnir eru, sum hava mett um fakligu dygdina á handritum. Hetta er eitt álitismál millum fakkunnleika og forlag.

Nevnd og viðtøkur

Í nevndini fyri Fróðskap sp/f eru:

Andras M. Mortesen, nevndarformaður
Zakaris S. Hansen, næstformaður
Annika Sølvará, nevndarlimur. Hon er eisini stjóri.

Viðtøkur frá 15.9.2005
Starvsskipan frá 15.9.2005
Stovningarsamtykt 15.9.2005