Skip to main content

Policy studies og aðrar kanningar

Í grannalondum okkara og í vesturheiminum sum heild er tað vorðið vanligt at gera sonevnd “policy studies”, sum millum annað fevna um undan- og eftirmetingar av politiskum átøkum, kanningar av hugburði til ávís átøk, kanningar av støðunum hjá ávísum samfelagsbólkum o.s.fr. Hetta eru eisini kanningar, sum eru ein vanligur partur av arbeiðinum á Granskingardeplinum – og verður tað eisini í komandi árum.

Hesar granskingarverkætlanir hava í nógvum førum verið umbidnar kanningar, antin av almennum stovnum, kommunum ella áhugabólkum í samfelagnum.