Skip to main content

Samfelagsmenning í smátjóðum

Samfelagsmenning í smátjóðum hevur síðan føroysk samfelagsgransking byrjaði á Fróðskaparsetri Føroya verið fastur partur av granskingarevnunum innan føroyska samfelagsgransking. Evnið økismenning hevur eisini verið týðandi partur av virkseminum á Granskingardeplinum og er tað framvegis.

Fyri ein stovn sum Granskingardepilin er gransking innan samfelagsmenning í smátjóðum ein natúrligur partur av virkseminum. Føroyska samfelagið hevur nógvar avbjóðingar tá umræður at skapa menning, og við miðvísari gransking innan evnið samfelagsmenning verður skapt eitt sterkari grundarlag, t.v.s. vitan og førleiki, tá slíkir avbjóðingar skulu viðgerast, bæði í landspolitiskum og komunalpolitiskum høpi.

Undirevnir:
Økismenning, vakstraravtalur, útjaðaramenning, kommunalar eindir og menning, smátjóðir og menning